Føroya Arena liðug í 2025

Sáttmáli er nú undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Articon um at byggja Føroya Arena, og eftir ætlan skal arbeiðið standa liðugt í 2025

Steinar Patursson
29. september 2022 kl. 16:14

Tórshavnar kommuna og Articon skrivaðu í morgun undir byggisáttmála um byggingina av stórhøllini Føroya Arena, og sambært tíðarætlanini skal stórhøllin standa klár í 2025.

Føroya Arena kostar 243 milliónir krónur og hevur eina grundvídd á 4.600 fermetrar. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd á 8.350 fermetrum.

Eftir ætlan skal Føroya Arena nýtast til fleiri endamál – bæði til ítrótt, mentan og anna - men tað er serliga hondbólturin, ið oftast verður nevndur av fyriskiparunum í sambandi við, hvat høllin skal nýtast til.

Føroya Arena er skipað sum sjálvsognarstovnur, og nevndin fyri sjálvsognarstovnin verður mannað av umboðum fyri Tórshavnar kommunu, Visit Faroe Islands, Ítróttarsamband Føroya og Vinnuhúsið.

Nevndin er mannað av Anniku Olsen, Heðini Mortensen, Guðrið Højgard, Elin Heðinsdóttir Joensen og Bergi Poulsen.
Tá Dimmalætting seinast fekk orð á umboð í nevndini fyri Føroya Arena, hevði nevndin framvegis ikki havt sín fyrsta fund, og tað var tí heldur ikki avgreitt, hvør slapp framat at nýta høllina, og hvør - um nakar - býtislykil skuldi vera millum vinnu, mentanarlív og ítrótt í høllini.

Les eisini: Hvør sleppur at brúka Føroya Arena - og til hvat?