Føroya fremsta ferðamál

Ein einasta kolamina er í drift enn í Prestfjalli í Hvalba, og verður tað so, at høgt ella borað verður ígjøgnum tann 10-20 metra tjúkka grótveggin í minuni, kann eitt so stórfingið panorama, sum vit bara kunnu ímynda okkum, opinberast yvir skorarnar vestan fyri í Suðuroynni og gerast eitt heilt ótrúligt ferðamál í heimshøpi

Sonne Smith
7. desember 2021 kl. 11:00

Suðuroyggin er einasta kolberandi oyggin í landinum. Í Rangabotni í Trongisvági eru tær gomlu kolaminurnar, og enn ber til at síggja gamlar leivdir frá kolaídnaðinum. Kolaarbeiðið endaði í Rangabotni í 1971. Men ein fjórðingur av vatnveitingini á Tvøroyri kemur úr teimum gomlu , tiptu kolaminunum í Rangabotni. Í Tvøroyrar kommunu eru annars nógvar áir, so tað man vera ógvuliga sjáldan, at vatntrot er her. Seinast kommunan tysti sigst vera í 2009.

Í Hvalba hava teir hildið fram á kolinum heilt til dagin í dag. Nú arbeiða tveir ella tríggir mans á kolinum í Prestfjalli. Teir høgga eitt sindur av koli til einstakar, hugnaligar kolovnar onkustaðni í landinum.

Tann nýggi møguleikin
- Men nú er ein annar møguleiki. Tað er tað, at teir í hesi minuni eru komnir inn á eitt sindur av gróti, og mann roknar við, at verður grivið einar 10-20 metrar inn ígjøgnum hetta gróti, so kemur mann aftur í kol, sigur tvøramaðurin, valarin Jákup Jensen, lærari, sum er søgufróður ferðaleiðari í Suðuroynni.

Fer tað at bera til at fáa grivið seg ígjøgnum bergið, koma vit út í skorarnar her, og ber til at gera ein pall og tryggja hann væl umframt at tryggja minuna væl, so hava vit eitt beni, og verður høgt eitt sindur av koli, sleppa vit at síggja skorarnar, landslagið fyri vestan á Suðuroynni. Tað verður tann størsta turistattraktiónin í Føroyum.

- Okur arbeiða upp á at koma ígjøgnum bergið, altso, okur snakka um tað, tað er bara at fáa grivið tað ígjøgnum.

Jákup Jensen sigur, at tað er fyrst og fremst Fornminnisfelagið í Hvalba. Tað, sum fornminnafelagið kanska eisini skal taka sær av, er at taka burtur úr kolasøguni í Hvalba, soleiðis at har ikki bara verða rokkar og karðar hjá fólki at síggja og røða um. Ber tað til at fáa hetta til eina turistattraktión, hava hvalbingar nakað, sum ikki finst aðrastaðni í verðini.

Koronan skerdi túratalið
Jákup Jensen veit at siga um turistarnar, at teir eru ógvuliga hugtiknir, tá ið teir fara túrin við honum til kolaminuna í Prestfjalli, her hann greiðir teimum frá kolasøguni sum heild í Suðuroynni. Og tað eru ikki bara turistar. Føroysk skúlabørn eru minst líka so hugtikin sum turistarnir úr Australia, Brasil, Amerika, Europa, Asia, ja, mest sum úr øllum heimspørtum.

Tað er eitt sindur ymist, hvussu er við tættleikanum millum túrarnar. Koronan hevur skorið nakað væl frá. Nú hevur tað mesta verið í august.

Ein væl útborin ferðaleiðari sum Jákup Jensen fortelur turistunum og skúlaflokkunum um jarðfrøðina í Suðuroynni, sum er øðrvísi enn í landinum annars. Oyggin er í roynd og veru eldri jarðfrøðiliga enn hinar oyggjarnar. Hann greiðir síðani frá kolasøguni og arbeiðsgongdini í kolaminuni. Eftir hesa gjøgnumgongd sleppa tey inn í minuna, tey sleppa at royna at høgga kol. Hann vísir teimum nýrakol, sum er tað blanka kolið, leirin í minuni. Um leirin er at siga, at eitt keramikkvirkið hevur verið í Hvalba.

Krákugull
Og so er tað gullið!

Tú sært "gull" í kolinum, men hetta "gullið" er svávulkis, ið líkist gulli. Tað verður eisini rópt krákugull, helst tí at kráka er so tjóvsk. Hon stjelur fegin alt blankt.

- Tá ið teir skuldu lokka fólk til koloniirnar, tordu tey ikki at fara. Teir fortaldu teimum, at har var gull, og soleiðis var lættari at fáa fólk avstað. Á eingilskum varð tað rópt fools gold – tápulingagull.

Tað var til dømis rópt kettugull á týskum, revagull á donskum og sum nevnt krákugull á føroyskum. Tá ið børnini síggja gullið, eru tey altrá eftir at leita eftir tí. Tað halda tey vera øgiliga stuttligt.

Turistarnir eru ofta í bili, sum teir leiga sær. Hava teir ikki bil, tekur Jákup tey, sum pláss er fyri, við í sín bil. Hann hevur bæði kolamolar, leirklumpar, LED-lyktir, jarðfrøðikort og enntá gummistivlar í bilinum. Tað er jú rættiliga vátt í kolaminuni.

Kolaminur í ferðafólkaverð eru nakað ótrúliga unikt.

- Tú sleppur ikki inn í nakra kolaminu í dag. Jú, tey hava síni forngripasøvn, men avgjørt ikki aktivar kolaminur. Tey koma inn higar, tey síggja tað, sleppa at royna at høgga og fáa eina frágreiðing um tað, tey síggja og royna, sigur Jákup.

Fyrstu royndirnar í 1733
Tær fyrstu royndirnar at høgga kol í Suðuroynni vórðu gjørdar í 1733. Tá fingu teir ein eingilsmann at koma í Oyrnafjall. Hann var har tann veturin, og teir høvdu grivið eftir einum sindri av koli. Men hann fór avstað aftur summarið eftir.

Í 1778 komu tveir norðmenn til Føroya, annar æt Terkel, og hin æt Tor. Teir høvdu arbeitt í silvurminunum í Kongsberg í Norra. Teir komu at standa fyri námsdriftini í Hvalba. Tórur æt Nattestad til eftirnavn, so at øll, sum eita Nattestad í Føroyum, hava Tór sum ættfaðir.

Í 1801 búðu bara 5.000 fólk í Føroyum. Tey høvdu ongan áhuga fyri koli, tí tey høvdu torvið so at siga beint við húsini. Men danskarar vóru áhugaðir í at gera koltjøru. Teir høvdu verið í Skotlandi og njósnast eftir, hvussu skotar gjørdu tjøru við eini destillatiónsprosess. Teir komu aftur til Føroya og bygdu ein ovn. Um hetta mundið fingu danskararnir lokkað ein hetlending til Føroya at skipa fyri tjøruframleiðsluni, men tað gekk ikki eftir vild, so eftir nøkrum fáum árum góvust teir.

Kol varð altso grivið í Hvalba frá 1778. Hetta kolið varð ført til Danmarkar við handilsskipum, ið komu úr Havn til Hvalbiar. Tey brúktu kolið sum barlast, tí tey vóru næstan tóm, tá ið tey fóru niður aftur, og kolið varð selt í Danmark.

Nólsoyar-Páll royndi seg á kolinum
Royndin Fríða, skipið hjá Nólsoyar-Páll var eisini á Hvalba eftir koli nakrar ferði. Kolið varð ført oman í Nes í Hvalba, har tað lá í dungum og yvirhøvur oyðilegðist. Tað var einki skil á driftini. Hvalbingar fóru sum skilst nokk so illa um kolaminurnar, tí henda vinna hevði lítið upp á seg hjá teimum tá.

Við Grundlógini í 1849 vórðu Fólkatingið og Løgtingið endurreist, og ein danskur fólkatingsmaður mælti til at fáa gongd á kolaminurnar í Hvalba aftur við tí fyri eyga at gera koltjøru. Teir skuldu kóka sjógv fyri at fáa salt og kundu millum annað brúka tað til at gera lýsi av, og hitan kundu teir brúka til at turka fisk í. Hesin danski tingmaðurin skeyt upp at brúka Hvalba sum revsilegu, so at fangarnir kundu vera har og gera nakað til nyttu. Tað varð tók ikki samtykt.

Vit koma til 1880'ini. Tá hava vit Kerstin von Post, eina góðseigaradóttur úr Svøríki. Christina ("Kerstin") Beata Jacquelina Vilhelmina von Post varð fødd í 1835 á Äs góðsi í Julita sókn og doyði í 1917 í Paris, har hon gjørdist listamálari. Frá 1875 átti hon eitt serloyvi til kolagrevstur í Suðuroynni, her hon varð rópt Kolafrúan. Hon gav kirkjuni á Tvøroyri eina altartalvu, sum hongur í sunnaru síðu í kórinum. Hon hevði væntað, at í Suðuroynni var bæði kopar og jarn og annað. Men í so máta hevði hon gjørt íløgur í gaddajørð og misti nógvar pengar.

Svenskararnir á Tvøroyri
Í hesum sambandi fingu vit fleiri svenskarar, ið komu til Føroya at arbeiða í kolinum. Á Tvøroyri eru svensk eftirnøvn sum Wiberg, Åkeson, Persson, Ahlén og Mårtensson. Hetta byrjaði í 1905, men tað gekk bara stutt tíð, so var eingin vinna har longur.

Í 1930'unum eftir húsagangin í Wall Street í 1929 var stórt arbeiðsloysi í Føroyum sum aðrastaðni. Men um hetta mundið fingu tvøramenninir Edward Mitens, sakførari, embætismaður og politikari, og Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður, gongd á kolagrevstur í Rangabotni. Í kolaminunum var eisini ljósur leirur, ið varð sendur til Danmarkar, har hann varð brúktur á vatnverkunum at bloyta tað harða vatnið við.

Hvalbingar sendu nakað av hesum leirinum norður til Hósmøl í Nólsoy, har tey høvdu royðu. Teir blandaðu leir og royðu saman og gjørdu máling burtur úr tí.

Alt broytist. Í 1960'unum høvdu tey flestu húsarhaldini í Føroyum lagt um til olju. Kolagrevsturin minkaði og minkaði í Rangabotni og Hvalba.

Men kanska fer benið í berginum í Hvalba at hevja skorarnar vestanfyri upp um alla kolavinnu.