Føroya Handverksmeistarafelag: Faroese Tunnel Society er eitt slóðbrótandi átak

Tað er hart tiltrongt at savnast um menning av førleikum, ið standast av at fremja stórar verkætlanir, sum millum annað einum Suðuroyartunli, heldur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag, Magnus Magnussen

Magnus Magnussen er formaður í Føroya Handverksmeistarafelag (Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo)
Sigurjón Einarsson
27. mars 2023 kl. 15:34

– Hetta er slóðbrótandi.

Tað sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, nú áhugafelagið “Faroese Tunnel Society” er sett á stovn.

Tað eru stovnar og fyritøkur, sum virka innan føroyskt tunnilsarbeiði, ið hava savnað seg í áhugafelagið Faroese Tunnel Society, sum skal savna vitanina og slóða veg fyri føroyskari tunnilsserfrøði í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur valt at gera vart við seg, nú Suðuroyartunnilin nærkast.

– Tað er heilt klárt, at skulu vit varðveita vitanina og førleikarnar í samfelagnum, mugu vit sjálvi standa fyri verkætlanunum. Vit hava borað tunlar í 60 ár og koma framhaldandi at bora. Harumframt skulu allir tunlarnir haldast við líka. Tí er avgerandi at varðveita førleikar í landinum, heldur Magnus Magnussen, sum er samdur við áhugafelagnum, Faroese Tunnel Society.

Sum formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, so fegnast formaðurin, at mann við nýstovnaða áhugafelagnum tekur ábyrgd av egnari menning.

– Tað er í tøkum tíma, at vit í Føroyum viðurkenna, at stórar verkætlanir hava meira virði enn bara sjálvt lidna produktið. Tí sjálv framleiðslan elvir til vitan og royndir. Spurningurin er bara, hvør tað er, sum fær hesa vitan og royndir.

Lærlingaútbúgving sum tunnilsarbeiðari
Føroya Handverksmeistarafelag hevur fyrr víst á, at vit í Føroyum eiga at hava yrkisútbúgving fyri tunnilsarbeiðarar.

– Tað er serstakt at arbeiða í tunlum og lærlingaútbúgving er eisini vanlig í til dømis Noregi, har nógvir tunlar verða boraðir. Eins og á øllum øðrum økjum í byggivinnuni er tað avgerandi at hava røttu førleikarnar fyri at menna og styrkja um vinnu og samfelag. Tí hevði verið upplagt at sett á stovn lærlingaútbúgving sum tunnilsarbeiðari, heldur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag.