Føroya leikir: Størri, betri og sosialari

Kappingarnar eru skotnar eina viku fram í kalendaranum, men fyriskipararnir vænta fleiri luttakarar til Føroya leikir í ár enn til leikirnar í fjør. Leikirnir í ár skulu eisini bera brá av størri sosialum samanhaldi, har allir íðkararnir eru partur av ítróttarbýum kring landið

Steinar Patursson
15. juni 2022 kl. 18:00

Fyrireikingarnar til Føroya leikir í ár eru væl ávegis, og yvirhøvur eru ætlanirnar, at leikirnir í ár verða størri, betri og sosialari enn leikirnir í fjør.

Føroya leikir, sum byrjaðu sum eitt plástur á sárið hjá føroyskum ítróttarfólki, sum orsakað av koronu ikki sleppa á Oyggjaleikir fyrr enn í næsta ár, vórðu fyrstu fer á skrá í fjør, og í grundini var talan um fyrsta tiltakið av sínum slag í Føroyum, síðan Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikum í 1989.

Frá byrjan hevur verið ætlanin, um Føroya leikir eydnaðust væl, skuldi talan verða um eitt afturvendandi tiltak, ið skal vera annað hvørt ár, tá Oyggjaleikirnir ikki eru.

Ítróttarsamband Føroya hevur tí eisini sett ein samskipara, ið skal samskipa arbeiðið at seta í verk Føroya leikir í ár.

Tað er 23 ára gamla Anna Maria Toftegaard, ið hevur fingið til uppgávu at halda í endunum og syrgja fyri, at alt er komið upp á pláss, tá Føroya leikir fara av bakkastokki 30. juni í ár.

- Um álvari er í teimum fráboðanum, sum vit hava fingið, sær út til, at tað verða heilt nógvir útlendskir luttakarar

Fyrsta vikan í juli
Ítróttarsambandið hevur í ár tikið avgerð um at flyta leikirnar eina viku fram í kalendaranum, soleiðis at teir byrja hósdagin 30. juni og enda sunnudagin 3. juli. Orsøkin til hetta er eitt ynski frá sersambondunum, sigur Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi í ÍSF.

- Hetta er nakað, ið er sersambondini hava biðið um, tí at tá handan fyrsta vikan í juli er farin, eru so nógvir íðkarar, ið fara av landinum at ferðast, sigur Andras Nolsøe um avgerðina, sum altso hevur til endamáls at tryggja størri luttøku á leikunum.

Og ætlanirnar hjá ÍSF eru heilt vist at økja um luttakaratalið. Tá avtornaði í fjør høvdu 1260 ítróttarfólk kappast á Føroya leikum, men í ár vónar Andras Nolsøe, at luttakaratalið fer upp um 2000.

Anna Maria Toftegaard vónar eisini, at tiltakið í ár fær dygga undirtøku millum ítróttarfólk, men at tíðin fer at vísa, hvussu nógvir íðkarar verða, og at hetta talið avhongur kanska av, hvussu nógvir útlendingar leggja sær leiðina fram við í Føroyum at dystast.

Stórur áhugi uttanlands
Áðrenn leikirnir byrjaðu í fjør, høvdu um 400 útlendskir íðkarar boðað frá luttøku á Føroya leikum. Tá avtornaði vóru kortini “bert” nakrir og 30, og orsøkin til hetta var, at sóttarhaldsreglurnar gjørdu tað torført hjá íðkarunum at koma til Føroya, sigur Anna Maria Toftegaard.

Men koronutíðin hevur eisini havt tær avleiðingarnar fyri útlendskar íðkarar – eins og føroyskar – at lítið hevur verið av útlendskum kappingum at fara til, og tí er áhugin stórur úr útlondum at koma til Føroya leikir hesaferð.

- Vit mugu líka kanna, hvat er realistiskt, og hvat ikki er, men um álvari er í teimum fráboðanum, sum vit hava fingið, sær út til, at tað verða heilt nógvir útlendskir luttakarar, sigur Anna Maria Toftegaard, sum kortini ikki vil seta tal á enn.

- Eg vænti, at tað verður lutfalsliga stór luttøka úr útlondum. Vit vita ikki nágreiniliga talið enn, men sum vit frætta, er stórur áhugi fyri tí, og at áhugin er úr nógvum ymiskum ítróttargreinum, sigur Andras Nolsøe.

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at áhugin úr útlondum er so stórur, metir Andras Nolsøe. Ein av orsøkunum er sjálvandi avmarkaða kappingarútboðið farnu tvey árini, men hetta er eisini fyrstu ferð síðan 1989, at møguleiki hevur verið hjá útlendskum ítróttarfólki at koma til Føroya at kappast í líknandi kapping.

Hartil vóru afturmeldingarnar frá teimum útlendingum, sum vóru her og kappaðust í fjør, óvanliga postivar, heldur Andras Nolsøe.

Vænta um 20 ítróttargreinar
Umframt øktu luttøkuna úr útlondum, hevur ÍSF eisini ætlanir um, at samanlagda luttøkutalið skal vera munandi hægri, og langtíðarætlanirnar eru, at um 5.000 luttakarar skulu vera til Føroya leikir.

Andras Nolsøe er eisini bjartskygdur, tá tað kemur til hetta málið, og nær tað verður rokkið.

- Vit mugu líka síggja, hvussu leikirnir verða í ár. Men um vøksturin verður, sum hann er nú, so skulu vit kanska ikki longur fram enn til 2024, sigur Andras Nolsøe.

Tað er ikki endaliga greitt, hvørjar ítróttargreinar verða umboðarar á leikunum í ár, men líkt er til, at talan verður um tær somu sum í fjør, og so nakrar aftrat.

- Vit hava eina undantilmelding, sum er nú í endanum í januar. Tá hava vit eina betri hóming av, hvørjar ítróttargreinar vera við, sigur Anna Maria Toftegaard og leggur aftrat, at 19 ítróttargreinar vórðu umboðaðar á leikunum í fjør.

Leikirnir skipaðir í fýra ítróttarbýir
Eins og í fjør er eisini ætlanin, at kappingarnar verða býttar út millum tær fýra kommunurnar, ið eru partur av Føroya leikum: Tórshavn, Klaksvík, Vágur og Runavík. Kommunurnar eru eisini ein týðandi partur av tiltakinum, sigur Andras Nolsøe.

- Kommunurnar hava tikið ótrúliga væl undir við Føroya leikum. Tær komu við, so skjótt vit komu við hugskotinum, og nú seta tær pengar av á fíggjarlógini til leikirnar.

Kommunurnar hava sjálvandi latið fysisku karmarnar til leikirnar, so sum hallir og vøllir, men eisini eru tað kommunurnar, ið gera pláss á skúlunum til íðkararnar at sova og búleikast í.

- Kommunurnar eru ein týdningarmikil viðspælari, og tær eru ordiliga “heitar” upp á hesar leikirnar, sigur Andras Nolsøe.

- Vit vilja styrkja hasa felagskensluna eitt sindur meira í ár

Vilja skapa størri felagskenslu
Ítróttarliga og kappingarliga er ikki nógv, ið verður annarleiðis í ár í mun til leikirnar í fjør. Leisturin, ið ÍSF fór eftir, var at lata samskipanirnar velja og skipa fyri egnum kappingum, meðan ÍSF saman við kommununum skapaði karmarnar í sambandi við mat, hallar- og vallarviðurskiftum umframt gistingarmøguleikum.

Afturmeldingarnar, ið ÍSF hevur fingið, hava verið so positivar, at ætlanin er ikki at gera nakrar broytingar í júst hesum skipaða partinum av leikunum.

Kortini verður hesaferð farið meira eftir at skapa karmar um eitt ítróttarsamanhald ella ítróttarbýir.

- Er tað kortini nakað, ið vit vilja gera øðrvísi, er tað sosiali parturin. Vit vilja gjarna, at íðkarar gista á staðnum og sova í skúlunum, har hinir íðkararnir, sum tey kappast við, eru. Soleiðis fáa vit ítróttarumhvørvi á teimum ymsu støðunum, og soleiðis kunnu íðkararnir taka stikkið úr hatta vikuskiftið og hugna sær saman við øðrum, sigur Andras Nolsøe.

- Vit vilja kanska dyrka konseptið við ítróttarbýum eitt sindur meira. Ætlanin er at fáa fólk at gista, og at skipa fyri tiltøkum um kvøldarnar, soleiðis at eingin ivi er um, at gongd er í býnum, sigur Anna Maria Toftegaard.

- Vit vilja styrkja hasa felagskensluna eitt sindur meira í ár, og vit leggja upp til, at kappingarnar eru í fleiri dagar í ár, heldur enn bara í ein dag, soleiðis at íðkararnir vera verðandi og ikki fara heim, um teir hava kappast fyrsta dagin.

Ætlanin er sostatt at skapa ein sosialan felagsskap, eins og vit kenna hann frá Olympisku bygdini, har olympisku leikirnir verða hildnir, og har íðkarar savnast við øðrum íðkarum í tíðini, kappingarnar ganga fyri seg – bæði á og uttan fyri leikvøllirnar.

Endahátíðarhald í Havn
Eins og í fjør er ætlanin at halda Føroya leikir í Havn, í Klaksvík, í Runavík og í Vági. Leikirnir verða settir í hvørjari kommunu í senn, men ætlanin er kortini, at endahátíðarhald verður fyri øllum luttakarunum í Havn sunnudagin 3. juli.

- Ætlanin er, at íðkararnir hittast á Farstøðini, tá Smyril kemur til Havnar, og síðani ganga íðkararnir skrúðgongu niðan á Vaglið, har okkurt verður til matna, umframt at søgur frá undanfarnu døgunum verða fortaldar. Um okkurt met kanska verður sligið, so verður tað sjálvandi eisini tikið upp, sigur Anna Maria Toftegaard.

ÍSF hevði til leikirnar í fjør eina ávísa miðlatilbúgving, ið gjørdi stubbar og upptøkur frá teimum ymsu kappingunum. Í ár er ætlanin eisini at vera meira úti um seg, soleiðis at fólk gerast meira greið yvir, at leikirnir ganga fyri seg.

- Vit royna at fáa miðlasamskiftið upp at koyra. Ikki minst fyri luttakararnar, soleiðis at teir fáa áskoðarar og sleppa at strála eitt sindur. Um fólk skulu vita, hvat gongur fyri seg, mugu vit lýsa kappingarnar væl, sigur Anna Maria Toftegaard.

Allir íðkararnir til Føroya leikir í fjør fingu hvør sína T-shirt at spæla í umframt ein drekkidunk. Ætlanirnar eru eisini í ár, at allir íðkararnir fáa eina T-shirt at spæla í, men hesaferð er ætlanin eisini at hava eina venjingardrakt til keyps hjá teimum, ið ynskja tað.