Føroya Symfoniorkestur fer aftur á pall

Hevur tú saknað stóra ljóðið og livandi creme de la creme tónleikin frá Føroya Symfoniorkestrið? So hevur tú endiliga møguleikan aftur nú, tí tann 15. mai trínir Føroya Symfoniorkestur aftur á pall og framførir várkonsertina 2021 við áhoyrarum

Tíðindaskriv
6. mai 2021 kl. 11:00

Symfoniorkestrið fer at framføra trý verk av trimum komponistum:

La Création du monde - Darius Milhaud

Franski komponisturin Darius Milhaud møtti jazzinum í 20’unum í London. Hesin tónleikastílur hugtók hann nógv, so hann fór beina leið til Amerika, har han kom nógv saman við jazztónleikarum í Harlem, og hetta hoyrist aftur í tónleikinum hjá honum í mun til til rútmur og tónaval.

Heimkomin frá amerikuferð í 1922 skrivaði hann ballettina La Création du monde til eina libretto av Blaise Cendrars.

Pulcinella Svita - Igor Stravinskij

Ballettin Pulcinella var skrivað til Les Ballets Russes, og júst hendan ballettin legði lunnar undir nýggjar háttir at skriva tónleik.

Stravinskij hevur sjálvur sagt, at ”Pulcinella var mín opinbaring av fortíðini og sum legði lunnar undir mítt framtíðar kompositiónsarbeiðið”.

Ófullfíggjaða symfoniin - Franz Schubert

Ófulfíggjaða symfoniin er vanliga eisini nevnd symfoni i h-mol D. Verkið bleiv fyrstu ferð framført í 1865, heili 37 ár eftir, at Schubert andaðist.

Av ókendum orsøkum steðgaði Schubert skriviarbeiðið nakrar taktir inni í triðja satsi, men hóast hetta bleiv júst henda symfoniin eitt av mest spældu verkunum hjá komponistinum.

Nevnast kann eisini, at fleiri av verkunum hjá Schubert eru ófullfíggjaði ella bert finnast í skitsum.

Tað er Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum.

Tíð: Leygardagin 15. mai klokkan 19.30

Stað: Norðurlandahúsið