Føroyaleikir fara av bakkastokki í dag

Leikirnir verða settir í Gundadali kl. 18, og lagt verður upp til eitt langt vikuskifti við nærum øllum, sum Føroyar hava at bjóða uppá í ítróttarhøpi

Tvímansleikur frá Badminton í fjør. Mynd: ÍSF/Ólavur Frederiksen
Steinar Patursson
30. juni 2022 kl. 15:42

Tað er í dag, at Føroyaleikir 2022 fara av bakkastokki, og ítróttarfólk  um alt landið fara at kappast í nærum øllum teimum ítróttargreinum, ið Føroyar hava at bjóða uppá.

Føroyaleikir verða settir kl. 18.00 á Ovara vølli í Gundadali í dag, men av tí at leikirnir verða hildnir í fýra ymsum býum, verða leikirnir aftur settir í Klaksvík í morgin og í Runavík og Vági í ovurmorgin.

Í kvøld verður bert kappast í Havn, men í morgin verður byrjað at kappast í Klaksvík, og leygardagin verður so kappast um alt landið.

Og tað er kanska serliga leygardagurin, ið er áhugaverdur fyri tey flestu, tí tá verður so at siga kappast í øllum ítróttargreinunum, ið eru umboðarar á Føroyaleikum.

Hildið verður fram til sunnukvøldið, tá endahátíð verður hildin í Vágsbotni við mati, drekka, tónleiki og hugna.

Føroyaleikir byrjaðu í fjør sum eitt alternativ til Oyggjaleikir, eftir at tað gjørdist greitt, at leikirnir, ið skuldu haldast á Guernsey í fjør, máttu útsetast orsakað av koronu.

Fyri nógv sersambond undir ÍSF vóru Oyggjaleikir einasta høvi at luttaka í stórari kapping, og tí gjørdi ÍSF av at skipa fyri Føroyaleikum ístaðin, soleiðis at ítróttarfólkini í Føroyum høvdu møguleika fyri at kappast og okkurt at stríðast fram móti.

Upprunaliga varð ætlað, at um Føroyaleikir eydnaðust væl, so skuldi talan vera um eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár, tá Oyggjaleikir ikki eru.

Og eftir øllum at døma eydnaðist tiltakið í fjør rættiliga væl, tí tað gjørdist skjótt greitt, at Føroyaleikir skuldu á skrá aftur í ár.

Les longri grein um Føroyaleikir, sum stóð í Dimmalætting í januar mánaði, her.