Føroyaleikir verða aftur í 2022

Føroyaleikir vera aftur í 2022 frá hósdegnum 30. juni til sunnudagin 4. juli. Ætlanin er, at leikirnir altíð koma at liggja fyrsta vikuskiftið í juli annaðhvørt ár

Sigurjón Einarsson
15. juli 2021 kl. 14:50

1260 luttakarar hava kappast í 19 ymsum ítróttagreinum í Vági, Klaksvík, Runavík og í Havn á Føroyaleikunum.

ÍSF heldur, at Føroyaleikir hava eydnast betur, enn tey høvdu ímyndað sær. Ítróttafólk, hjálparfólk, kommunur og samstarvsfelagar hava staðið saman um tiltakið, og tí er eingin ivi hjá ítróttasambandinum um, at leikirnir skulu haldast aftur komandi ár.

Í 2022 verða leikirnir frá hósdegnum 30. juni til sunnudagin 4. juli. Ætlanin er, at leikirnir altíð koma at liggja fyrsta vikuskiftið í juli annaðhvørt ár.

Leikirnir kundu longu í ár havt munandi størri luttøku, tí heili 400 útlendingar høvdu boðað frá, at tey komu til Føroya at luttaka á leikunum, men orsakað av koronu, so endaði talið á útlendingum niðri á 35 luttakarum, skrivar ÍSF.

Málið hjá ÍSF er, at leikirnir – við tíðini – fara at vaksa, so samlaða talið av luttakarum á Føroyaleikinum fer at liggja um 5.000 – harav 2.000 eru útlendingar. Hetta fer at geva okkara ítróttafólkum eina heimliga gularót, heldur ÍSF.

– Føroyaleikirnir fingu eina betri byrjan, enn vit høvdu torað at droymt um, og vit vilja fegin takka øllum, sum luttóku og hjálptu til at gera fyrstu Føroyaleikirnar til veruleika, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í Ítróttarsambandinum.