Føroyar dálkaðu donsku talvuna

Vit gjørdu tað í 1990, og vit gjørdu tað aftur í 2021: Skoraðu móti Schmeichel í Parkini

Sigurjón Einarsson
12. november 2021 kl. 23:53

27-0 var málstøðan hjá dønum undan dystinum móti Føroyum í kvøld í Parkini – ein málstøða, sum nógv hevur verið tosað um í donskum miðlum, men so sanniliga eisini millum teir donsku landsliðsspælararnar, og serliga hjá Kasper Schmeichel; at Danmark skuldi megna at halda nullið gjøgnum eina heila undankapping, tí tað er ongantíð hent áður.

Og tað sá leingi út, at danska landsliðið skuldi framvegis hava hatta nullið eftir dystin móti Føroyum í Parkini í kvøld, men teir reystu føroyingarnir vildu tað øðrvísi, tá “The Fox in the Box” Klæmint A. Olsen í næstsíðsta minuttinum av vanligu leiktíðini fekk snittað eitt innlegg framvið Kasper Schmeichel, sum ongan møguleika hevði at fáa fatur á bóltinum til stóra frøi á føroysku áskoðarunum og skúlavørðinum úr Rituvík, sum læt seg úr leikarablusuni og blakaði hana mestsum út til føroysku viðhaldsfólkini.

Tað var eitt sindur av panikki i dønum eina lítla løtu, eftir at Klæmint hevði minkað um munin. Og føroyski venjarin satsaði eisini alt fyri at føroyingar skuldu fáa tað útjavnandi málið seinastu løtuna av dystinum, tá hann valdi at koyra Sonna Ragnar Nattestad fram í álopið seinastu minuttirnar, men ístaðin fyri eitt útjavnandi mál, so skoraðu danir forloysandi triðja málið í dystinum, tá Joakim Mæhle, eftir skjótálop, lobbaði bóltin uppum Teitur Gestsson í føroyska málinum, so endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til Danmark.

Hóast vit taptu dystin, so kunnu vit erpa okkum eitt sindur av, at máltalva Danmarkar varð ei hildin rein, tí nú stendur eitt eitt-tal í málstøðuni, sum serliga Kasper Schmeichel vildi halda á null alla undankappingina á tamb.

Einaferð áður hava Føroyar spælt A-landsdyst í Parkini, og tað var í 1990. Tá megnaðu føroyingar eisini at fáa mál, og tá æt danski málverjin eisini Schmeichel til eftirnavn, Peter Schmeichel.

Eftir dystin segði danski vongbakkurin Joakim Mæhle við danska Kanal 5, at tað kendist eitt sindur løgið í skiftingarrúminum, tá leikararnir vóru noyddir at minna hvønn annan um, at teir høvdu faktiskt vunnið í kvøld og fingið trý stig.

– Jú, tað føroyska málið sveið illa, viðurkendi hann í samrøðuni við Kanal 5.

Tó uggaði hann seg við, at Danmark enn hevur møguleika at fáa fult stigatal í hesari undankappingini, og tað fara teir so nú eftir, tá Danmark skal møta Skotlandi í Hampten Park í Glasgow mánakvøldið.

Hyggja vit í danskar miðlar, so er tað tað føroyska málið, ið skuggar yvir danska sigurin í kvøld.

Her er nakað av tí, ið danskir miðlar skriva:

BT:

"Var rødglødende af raseri"

Danmarks Radio:

"Ubesejret med nul indkasserede mål. Ja, Gud nåde og trøste, hvis en dansker trådte i spinaten og lod gæsterne komme på tavlen. Man forestillede sig levende lyden af bar hud mod kolde klinker i omklædningsrummet, når Kasper Schmeichel senere slæbte vedkommende ud under den kolde bruser, ikke?"

Jyllands-Posten:

"I sidste øjeblik mistede Danmark verdensrekorden - og så blev Schmeichel rasende trods sejren over Færøerne"

TV2:

"Schmeichels raserianfald sagde det hele, da Danmark satte punktum i Parken"

Danmarks Radio:

"Danmark vinder, men defensivens perfekte stime bliver brudt"

Berlingske:

"Danmark lukker første mål ind i sejr over Færøerne"

Politiken:

"Danmark så ud til at have styr på tingene, men så skete det her"

Ekstra Bladet:

"Scoret mod Danmark"

Nógv donsk tíðindafólk untu okkum eisini hatta málið: