Føroyar liggja nummar trý í nýggjari frágreiðing um sjálvbjargni í smærri samfeløgum

Føroyar liggur nummar trý í nýggjari frágreiðing um staðbundna framleiðslu og sjálvbjargni í smærrisamfeløgum. Við í frágreiðingini eru Áland, Bornholm, Føroyar, Grønland og Ísland.

Kristian Waag Dam
8. mai 2022 kl. 13:52

Fyrr í vikuni var ein nýggj frágreiðing um Áland, Bornholm, Føroyar, Grønland og Ísland, almannakunngjørd. Tað er Småsamfundsgruppen, ið hevur gjørt frágreiðingina. Småsamfundsgruppen er ein arbeiðsbólkur hjá Nordisk Ministerråd. Endamálið við frágreiðingini, er at fáa eitt nærri innlit í staðbundnu framleiðsluni og sjálvbjargni hjá áðurnevndu oyggjunum. Til dømis sæst í frágreiðingini, hvussu stórur partur av tí matinum, sum verður etin á oyggjunum, eisini verður framleiddur á oyggjunum.

Frágreiðingin vísur, at Føroyar liggja í miðjuni, tá talan er um sjálvbjargni á teimum fimm oyggjunum. Øllum føroyingum kunnugt, er tað fiskivinnan, sum er høvuðsvinnan í landinum. Stóra havøki, ið Føroyar ræður yvir, verður millum annað nýtt til fiskiveiðu og at gera samhandil við onnur lond. Aftrat hesum er alivinnan og framleiðslan av fiski til matvøru eisini stór í Føroyum. Men sjálvt um Føroyar ráa yvir 275.000 km2 av havið, so er náttúrutilfeingið í Føroyum ikki eins fjølbroytt samanborið við Áland og Ísland. Frágreiðingin vísur á, at jarðarlagi í Føroyum er tunt og føðslulítil. Tískil er Føroyar eisini ógvuliga knýtt av matvøruinnflutningi. Frágreiðingin vísur, hvussu stóran týdning eitt fjølbroytt náttúrutilfeingið er fyri sjálvbjargni.

Tær fimm oyggjarnar, eru ógvuliga ymiskar, tá talan er um sjálvbjargni. Av teimum fimm oyggjunum, so er tað Áland, ið er mest sjálvbjargið. Áland hevur eina fjølbroytta framleiðslu, sum inniheldur mjólk, ost, eplir, kornvørur, fisk og grønmeti. Niðast liggur danska frítíðaroyggin, Bornholm. Bornholm framleiðir grønmeti og framleiðir eisini nógv burturúr svínum. Føroyar liggja nummar trý av teimum fimm londunum, tá talan er um sjálvbjargni. Ísland er nummar tvey og Grønland nummar fýra.

Útroknað sjálvbjargarstig á teimum fimm oyggjunum

- Áland: 59 prosent

- Ísland: 53 prosent

- Føroyar: 22 prosent

- Grønland: 17 prosent

- Bornholm: 6 prosent

Út frá útroknaðu sjálvbjargarstigunum á teimum fimm oyggjunum, so er tað langt hjá Føroyum upp til Áland og Ísland. Men hetta er ikki uttan orsøk. Í frágreiðingini verður víst á, at náttúrufortreytirnar, sum Áland og Ísland hava, eru væl øðrvísi enn í Føroyum.

Til ber at lesa frágreiðingina á pub.norden.org.