Føroyar til umrøðu í bretska undirhúsinum

Bretska stjórnin sær helst, at Føroyar seta í verk tiltøk móti Russlandi nú – og ikki seinni. Tað kom millum annað fram í fundinum millum føroysku og bretsku stjórnina í síðstu viku. Eisini vóru Føroyar til umrøðu í bretska undirhúsinum um hetta sama evni

Sigurjón Einarsson
2. mai 2022 kl. 12:33

Føroyar eru so smátt komnar í fokus úti í heimi vegna teirri orsøk, at vit framvegis loyva russisku skipum í føroyskar havnir. Síðan Berlingske skrivaði eina grein í seinastu viku, har føroyingar millum annað vórðu skýrdir at vera sjórænarar, so hava fleiri aðrir danskir miðlar tikin táttin upp og vent peikifingrinum móti Føroyum.

Men tað er ikki bara í Danmark, at Føroyar er komið í fokus. Eisini fáa vit nógva umtalu í Bretlandi í hesum døgum, har teirra fokus serliga er á, at russisk skip sleppa at royna eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar umframt atgongdina hjá russiskum skipum til føroyskar havnir.

Bretland var tað fyrsta landið at forbjóða russiskum skipum at koma í bretskar havnir í endanum av februar, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.

Í samband við, at løgmaður vitjaði í Westminister í síðstu viku, har hann millum annað eisini hitti limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum, so kom eisini fram, at tann bretska stjórnin – í ljósinum av russisku innrásini í Ukraina – helst sær fyri sær, at Føroyar eisini steingja sínar havnir fyri russum, men eisini banna russiskum skipum at fiska sunnanfyri Føroyar.

Tað skrivar Shetland News millum annað.

(Bretski tingmaðurin David Duguid og embætisfólk í bretsku stjórnini á fundi við Bárður á Steig Nielsen, løgmann, mikudagin í síðstu viku.)

Á fundinum millum føroysku og bretsku stjórnina varð gjørt greitt fyri føroysku sendinevndini, at bretska stjórnin helst sær, at føroyingar seta í verk tiltøk móti russum nú – og ikki seinni, so hetta kann vera við til at skaða russisku krígsmaskinuna.

Hóast løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, undir fundinum fordømdi russisku gerðirnar og eisini segði, at tað verður trupult at halda fram við samstarvinum við Russlandi, so sigur David Duguid, bretskur tingmaður, við skotskar miðlar, at:

– Hóast eg eri nøgdur við, at hann (løgmaður, red.) segði hetta, so varð tað gjørt fyri honum, at føgur orð eru ikki nóg mikið. Vit ynskja heldur at síggja hetta verða framt í verki nú – og ikki seinni.

Føroyar til umrøðu í bretska undirhúsinum
Spurningurin varð eisini reistur í bretska undirhúsinum seinasta hósdag, tá bretski fiskimálaráðharrin, Victoria Prentice, váttaði fyri tingmannin fyri Hetland og Orknoyggjar, Alistair Carmichael, at trýst verður lagt á føroyingar í hesum sambandi. (Sí klipp niðanfyri)

– At Føroyar enn veita tænastur til russisk skip kann ikki góðtakast, eins og skaðiliga hækkan av fiskiloyvum eftir svartkjafti sum valuta fyri umbýti av fiskiloyvum við Russland, segði Alistair Carmichael millum annað í bretska tinginum hósdagin í farnu viku.

Í sínari talu í bretska undirhúsinum segði Carmichael, at føroyingar eru noyddir at avgera, hvørja síðu føroyingar ynskja at standa saman við.

– Meðan føroyingar hava havt eina góða og lønandi søgugongd við at hava valt báðar síður, so er hetta nakað, har tú veruliga mást velja síðu, segði hann.

Tingmaðurin fyri Hetland og Orknoyggjar heldur, at tað er undirskilt, at føroyska stjórnin ikki eigur at halda fram við hesum samstarvinum við Russland.

Góðar fyrimunir
Bretskir miðlar rógva framundir, at góða samstarvið millum Føroyar og Russland hevur givið føroyingum fyrimunir til millum annað toskafiskiskap í Barentshavinum, har fleiri føroysk reiðarí hava fingið sær ella eru í holt við at útvega sær størri skip til at gagnnýta hetta fiskaríið enn meira.

Miðlarnir í Bretlandi skriva eisini, at geva føroyingar eftir evropeiska og bretska kravinum at seta í holt revsitiltøk mótvegis Russlandi, so fer tað at merkjast aftur føroyska búskapinum.

Eisini verður støðan í Føroyum lýst, har summir føroyingar skuldseta politikkarar í Evropa og Bretlandi fyri at vera dupultmoralskir, tá teir krevja, at føroyingar skulu fremja revsitiltøk í verki, meðan Evropa og Bretland enn keypa gass úr Russlandi, har nógv størri virðir eru upp á spæla, enn føroyskar handilsavtalur við Russland.