Føroyar til umvælingar

Í døgunum 5. til 6. mai taka Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur ímóti 140 sjálvbodnum, ið fara til verka á ellivu ymiskum verkætlanum kring alt landið

Mynd: Visit Faroe Islands
Kristian Waag Dam
4. mai 2022 kl. 11:05

Átakið, Closed for Maintenance, ið Visit Faroe Island stendur á odda fyri, fer av bakkastokki í morgin fyri fjórðu ferð. Endamálið við átakinum, er at menna og viðlíkahalda ymisk ferðamál, millum annað soleiðis at føroysk náttúruferðavinna í størri mun tekur hædd fyri vernd og trygd. Í ár fara 140 sjálvboðin at arbeiða við 11 ymiskum verkætlanum kring landið.

Undanfarin ár hevur undurtøkan til átakið verið góð og í ár er heldur einki undantak. Heili 4.184 høvdu tekna seg til átakið innan 24 tímar. Av hesum vóru so 100 fólk frá 35 ymiskum londum tilvildarliga vald sum sjálvboðin.

Tað eru ikki einans útlendingar, sum vilja geva føroysku náttúruni eina hond. Átakið hevur 40 pláss tillutað til føroyingar, og tey 40 plássini, eru øll tikin. Aftrat teimum 140 sjálvbodnu arbeiðarunum vera starvsfólk frá kommunum og kunningarstovum, jarðareigarum og onnur virkin í ymisku verkætlanunum, umframt øll tey, sum gera mat og á annan hátt hjálpa til. Samanlagt vera tað áleið 200 fólk, sum á ymiskan hátt fara at gera Closed for Maintenenance til veruleika í 2022.

Tað verður nógv ymiskt á skránni hjá teimum 140 sjálvbodnu. Fleiri av verkætlanunum eru framhald av arbeiðinum, sum varð framt í fjørð, men eisini eru nýggjar verkætlanir, millum annað í Gøtu og Skarð. Millum uppgávurnar, ið skulu loysast komandi arbeiðsdagarnar, kann nevnast gøtubygging og umvælingar, varðabygging, útssýnisstøð og uppmerking av farleiðum. Yvirlit yvir verkætlanirnar sæst her: https://visitfaroeislands.com/fo/closed-for-maintenance-mai-20220

Visit Faroe Island heitir á fólk, um at vísa fyrilit á hesum ellivu støðunum kring landið, meðan arbeitt verður komandi tveir dagarnar.