Føroyar vunnu á Kekkia

Tað stóð á, men leikararnir stríddust til seinasta blóðsdropa og vunnu 27-26 á Kekkia, sum seadað ovast í okkara bólki

Sveinur Tróndarson
30. apríl 2021 kl. 21:23

Endiliga!

So stutt kann tað sigast, nú tað eydnaðist føroyingum at vinna ein A-landsdyst móti einari betri tjóð.

Kekkia er seadað ovast í okkara bólki, og tí var tað ikki sjálvsagt, at tað fór at eydnast føroyingum at vinna. Og í byrjanini var heldur einki sum bendi á ein føroyskan sigur.

Men móti endanum av fyrra hálvleiki fingu føroyingar fatur á spælinum, og tá liðini fóru at hvíla seg var bara eitt mál á muni. Tá liðini komu aftur á vøllin hildu føroyingar fram við sínum ágangandi spæli, men tað var ikki fyrr enn móti endanum av seinna hálvleiki, at føroyingar fóru framum.

Tað er ikki fyrstu ferð, at føroyingar hava verið nær við, men tað er fyrstu ferð við hesum liðnum, at tað hevur eydnast at halda fast. Og orsøkin til tað var ein øgiliga disiplineraður innsatsur frá unga føroyska liðnum.

Teir stríddust sum úlvar á skóg og fingu løn fyri stríðið, tí teir komu tvey mál framum, og so snúði seg um at halda fast seinastu fýra minuttirnar. Tað er lættari sagt enn gjørt, tí á kekkiska liðnum eru sera góðir leikarar, men tað er tað jú eisini á tí føroyska, og tá kekkar gjørdu fleiri feilir enn føroyingar, so endaði tað ið, at gestirnir kláraðu ikki at heinta munin innaftur.

Fyri føroyskan hondbólt er talan um eitt stórt úrslit, serliga sæð í tí ljósi, at HSF brúkar nógva orku uppá A-landsliðIð, sum er ment sera nógv seinastu árini.

Júst í dag almannakunngjørdi HSF, at nýggjur landsliðsvenjari tekur við eftir Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord, sum ikki fáa endurnýggjað sínar sáttmálar, tá teir ganga út 30. juni í ár. Nýggi venjarin er Peter Bredsdorff-Larsen, sum hevur drúgvar royndir sum á hægsta hondbóltsstigi í Danmark, har hann bæði hevur vant í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum og verði hjálparvenjari hjá danska landsliðnum.

Nú skal hann avloysa Sonni Denis Vahlgren Larsen, og ikki kann sigast annað enn, at fráfarandi venjarin við hesum sigrinum hevur lagt so stórt trýst á eftirmann sín sum hugsast kann. Nú verður tað upp til nýghja venjaran at flyta liðið við teimum góðu leikarunum upp á eitt enn hægri stig.

Tað skiltist á Sonna Denis Vahlgren Larsen, at hann var eitt sindur vónbrotin um avgerðina, og tað er nokk skilligt, tá hugsað verður um tað arbeiði, sum hann hevur avrikað, og eisini tí var tað gott, bæði fyri hann og leikararnar, at fáa henda sigurin til høldar. Tí tað ger endaliga upp við mytuna um, at føroysk lið ikki klára at taka tað seinasta stigið upp, tá tað stendur á.

Tað gjørdi liðið í dag, tí tað snúði seg ikki bara um spælið við bóltinum, tað snúði seg eisini um sálarliga trýsti frá kekkum, nú dómararnir vóru føroyskir. Eisini tað spælið vunnu føroyingar, tí bæði leikarar og leiðarar megnaðu at halda høvdið kalt tá tað stóð mest á.

Tí endaði tað við, at kekkar gjørdu álopsfeil í seinasta álopinum, og so kundu føroyingar bara lata klokkuna koyra niður áðrenn teir savnaðust í ein trunka á vøllinum fyri at fegnast um stóra sigurin - við einum máli…

Hjartaliga til lukku við sigrinum, tit allir, so er tað bara at gera tað sama við russar sunnudagin.

Elias á Skipagøtu Ellefsen og Sjúrður Olsen gjørdust toppskorarar fyri Føroyar við fimm málum. Hjá kekkum var tað Matej Klima, sum skoraði mest. Hann fekk níggju mál.

Dystarfrágreiðingin hjá evropeiska hondbóltssambandinum kann lesast her