Føroyar vunnu linligan dyst

Tað, sum ikki eydnaðist móti Gibraltar leygardagin, eydnaðist í dag, tá Patrik Johannesen skoraði sítt fyrsta mál á landsliðnum. Munurin átti at verið størri, tí Føroyar vóru greitt oman á í seinna dystinum á ferðini í Spania

Patrik Johannesen skoraði sigursmálið, tá Føroyar í dag vunnu á Liktinstein
Sveinur Tróndarson
29. mars 2022 kl. 19:18

Ein sigur.

Tað var málið, og tað var eisini úrtøkan, tá dysturin á Piratar Arena í Murcia í Suðurspania var liðugur fram móti klokkan seks í kvøld.

Sjálvur dysturin var ikki tað stóra upplivilsi, tí tað var – aftur hesaferð – einvegis ferðsla móti málinum hjá mótstøðuliðnum, sum hesaferð var Liktinstein.

Av einari kanska skilligari orsøk hevði liktinsteinska liðið fyrst og fremst valt at binda fyri, og orsøkin til tað er ivaleyst avsmurningurin, sum liðið fekk móti Cap Verde á heimavølli fríggjadagin, tá Liktinstein tapti heili 6-0.

Leikliga var føroyska liðið greitt oman á allan dystin á tamb, og í veruleikanum var trýst ongantíð lagt á føroysku verjuna. Í hinum endanum høvdu føroysku leikararnir, í øllum førum í fyrsta parti av dystinum, eitt sindur ilt við at leggja trýst á málið hjá Liktinstein, men stutt fyri hálvleik bragdaði, tá Sølvi Vatnhamar sendi ein bólt innfyri, har Patrik Johannesen, sum byrjaði hesaferð, legði Føroyar á odda.

Seinni hálvleikur var øgiliga líkur tí fyrra; Føroyar høvdu greitt yvirtak á dystinum og trýstið lá allatíðina fram móti málinum hjá Liktinstein, men inn vildi bólturin ikki. Heldur ikki, tá Hallur Hansson endaði við at standa púra leysur til skot, men tíverri tók bólturin endaði bólturin á stongini og fór rullandi fram við strikuni.

Samanum tikið var talan um ein fult uppibornan sigur til Føroyar, men talan var heldur ikki um nakran serliga góðan dyst. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericsson, helt fast við 4-4-2-skipanina, sum hann eisini royndi í fyrra dystinum, men spurningurin er, um hann hevur fingið svar uppá, um tað er rætta skipanin til føroyska liðið.

Venjararnir høvdu gjørt nakrar broytingar á liðnum til henda dystin. Millum annað í málinum, har Mattias Lamhauge fekk sín fyrst dyst á landsliðnum, tá hann spældi ístaðin fyri Gunnar Nielsen. Harumframt byrjaðu Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen henda dystin ístaðin fyri Meinhard E. Olsen, Hørð Askham og Klæmint A. Olsen.

Liktinstein-Føroyar 0-1 (0-1)
39.: 0-1 Patrik Johannesen

Liktinstein: Benjamin Buchel - Rafael Grunenfelder, Andreas Malin (62.: Martin Marxer), Simon Lüchinger, Aron Sele, Dennis Salanovic (50.: Niklas Beck), Livio Meier (72.:  Adrin Netzer), Noah Frommelt (57.: Nicola Kollman), Nicolas Hasler (50.: Philipp Ospelt), Sandro Wolfinger, Jens Hofer.

Føroyar: Mattias Lamhauge – Viljormur Davidsen (52.: Daniel Johansen), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (Heri Hjalt Mohr) – Jóannes Bjartalíð (69.: Adrian Justinussen), Søvi Vatnhamar, Jákup Biskopsstø Andreasen (49.: Heðin Hansen), Gilli Rólantsson (61.: Meinhard Olsen) – Hallur Hansson, Patrik Johannesen (61.: Petur Knudsen).

Leikarar, sum ikki komu inn: Gunnar Nielsen, Teitur Matras Gestsson, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson, Hørður Askham og Klæmint Andrasson Olsen.

Gult kort: Noah Frommelt, Aron Sele, Simon Lüchinger – Odmar Færø, Sølvi Vatnhamar.