Føroyar vunnu rótutan dyst

Sigurin móti Andorra var ongantíð í vanda, og aftur hesuferð var tað ónollurnar frá Andorra-leikararnum, ið vit fara at minnast hendan dystin fyri

Sigurjón Einarsson
13. oktober 2020 kl. 22:26

Føroyar 2 – 0 Andorra (2 - 0)

Dysturin byrjaði heldur rótut, har Andorra legði trýst á fyrstu minuttirnar, fyri síðani at leggja seg aftur at verja borg.

Føroyska liðið hevði ilt við at skapa dystin og okkara leikarar fingu sær eisini nøkur óneyðug kort.

Tað tók eitt korter hjá føroyingum at seta seg á dystin, og tað var serliga í vinstru síðu, at tað bar til at bróta ígjøgnum.

Og tað var eisini gjøgnum vinstru síðu, at Føroyar fingu tvey mál í fyrra hálvleiki. Fyrri málið kom eftir 19. minuttir, tá vakurt gjøgnumspæl frá Jóannesi Bjartalíð til Meinhard Olsen, ið trekti inn frá vinstru, spældi bóltin eitt sindur aftur í feltið, har Klæmint A. Olsen kundi seta innarasíðuna á, og so var 1-0. Eitt sera vakurt mál.

Í 33. minutti varð tað 2-0. Hallur Hansson breyt ígjøgnum í vinstru síðu, legði bóltin væl innfyri, sum fann ein frían Klæmint, og fær hann so nógv pláss, so verður tað mál.

Tveir minuttir seinni fingu Føroyar brotsspark, eftir at Meinhard Olsen bleiv saksaður av tveimum verjuleikarum. Liðskiparin, Hallur Hansson, skuldi leggja Føroyar trygt á odda 3-0, men málverjin hjá Andorra bjargaði.

Hetta við at brenna brotsspark er við at blíva ein føroysk sjúka. Vit brenna í so nógv brotsspørk. Í farnu Nations League-kapping brendu vit eisini brotsspørk. Men tá ið triðja-fjórða val av skjúttum, Viljormur Davidsen, varð settur at skjóta brotsspark móti Rumenia á útivølli, so sá tað út sum, at hann ikki hevur gjørt annað. Seinasta brotssparkið, ið Føroyar hava skorað uppá, hevur Viljormur skotið, og so skuldi ein hildið, at hann stóð fyri endurvalið, men so var ikki.

Ónollur, ónollur og ónollur

Seinni hálvleikur er lítið at skriva heim um. Bæði liðini høvdu nakrar málmøguleikar – serliga eitt gott skot frá Brandi Hendriksson miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi givið mál.

Men hesin hálvleikurin fer skjótt í gloymibókina.

Andorra skuldi kanska byrgja upp fyri, at føroyingar ikki fingið fleiri mál, tí blivu tey keðiligu vápnini tikin fram frá Andorra-monnum, ið fóru at føra geriljakríggj, ístaðin fyri at spæla fótbólt. Innskifti Jóan Símun Edmundsson fekk sítt at føla, tá hann bæði bleiv niðurtraðkaður og næstan kvettur í helvt aftanífrá, ið einans gav eitt gult kort til mótstøðuleikaran.

Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til Føroyar, og við sigurin liggja Føroyar nú klárt á odda í bólkinum.

Nú bíða tveir útidystir, har tann fyrri verður úti móti Lettlandi um ein góðan mánað. Tá verður føroyska liðið uttan vanliga maskinrúmið við Branduri Hendriksson og Halluri Hansson, so har mugu kortini blandast av nýggjum hjá Håkani Ericson, tá føroyska liðið skal spæla við nýggjum miðvølli.

Støðan: