Føroyingar lata 10 milliónir til Ukraina næsta ár

Peningurin skal brúkast til ávís endamál

Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 12:29

Samgongan hevur sett sær fyri, at næsta ár skulu vit lata 10 milliónir í neyðhjálp til Ukraina. Tað staðfesti Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgun.

Landsstýrið hevði tíðindafund í morgum og har varð boðað frá, at russiska virksemið í Føroyum verður munandi avmarkað.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/russiska-virksemid-i-foroyum-verdur-munandi-avmarkad

Les eisini meiri her: https://www.dimma.fo/grein/vaenta-ikki-at-foroyskar-fyritokur-koma-i-neyd

Men umframt at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi, ætlar landsstýrið eisini at stuðla Ukraina fíggjarliga.

Í fjør lótu vit tríggjar milliónir í neyðhjálp til Ukraina og í ár hava vit latið sjey milliónir, sum er størsta, einstaka upphædd, vit hava latið í neyðhálp yvirhøvur.

Sostatt hava vit latið 10 milliónir í neyðhjálp til Ukraina. Og støða er tikin til, at vit eisini skulu eisini lata 10 milliónir í neyðhjálp til Ukraina.

Ruth Vang sigur, at endamálið er peningurin skal brúkast til ítøkilig endamál. Sostatt skal tað brúkast til verkætlanir í sambandi við arbeiðið at endurbyggja Ukraina aftur, tá ið kríggið er liðugt. Tað kunnu vera til vegir, skúlar, barnagarðir, sjúkrahús, ella okkurt sovorðið. 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, er nú farin undir arbeiðið at fáa greiði á, hvørjar verkætlanir, peningurin skal brúkast til.