Føroyingar og danir kappast í KÍ-høllini

Føroyingar og danir hava kappast í KÍ-høllini í dag. Her eru úrslitini. Kappast verður aftur í morgin

Tíðindaskriv
8. juli 2021 kl. 17:31

Áhugin fyri føroyaleikunum er stórur millum danskar judoíðkarar. Ein stórur hópur er í hesum døgum komin til Føroya at royna seg móti føroyingum. Fyrsta kappingin bleiv avgreidd í KÍ-høllini í Klaksvík í dag.

Í dag bleiv kappast í U15 bólkinum.

Úrslitini:

Gentur -48 kg.:

1 Alich Sloth Hansen, Brønshøj Judo Club 2 Teresa Colite Dahl, Klaksvíkar Judofelag

Gentur -52 kg.:

1 Mie Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub 2 Josefina Ingibjørg Fjallsbak, Vága Judofelag 3 Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Skálafjarðar Judo 4 Teresa Colite Dahl, Klaksvíkar Judofelag

Gentur +57 kg.:

1 Mie Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub 2 Sofía Fuglø, Klaksvíkar Judofelag 3 Kendra Holm, Klaksvíkar Judofelag 4 Josefina Lamhauge, Klaksvíkar Judofelag

Dreingir -38 kg.:

1 Byrgi Malaki Chi Petersen, Havnar Judofelag 2 Leon Kroistian Egi Dam, Havnar Judofelag 3 Pætur Krosstein, Havnar Judofelag 4 Tobias Garðshamar, Suðuroyar Judo

Dreingir -46 kg.:

1 Silas Penninga, Lyngby Judoklub 2 Kjartan Gray, Havnar Judofelag

Dreingir -55 kg.:

1 Marcus Lange, Aarhus Judo Klub 2 Sveinur Asbjarnarson, Sunda Judofelag 3 Trúgvi á Løgmansbø, Vága Judofelag 3 Markus Hovgaard, Havnar Judofelag 5 Dánjal Teindal, Suðuroyar Judo 5 Radit Heimustovu, Klaksvíkar Judofelag

Dreingir +66 kg.:

1 Bagus Heimustovu, Klaksvíkar Judofelag 2 Bárður í Smiðjuni, Suðuroyar Judo

Kappingin heldur fram í morgin, fríggjadagin. Tá verður kappast í U18 bólkinum. Byrjað verður klokkan 10 í KÍ-høllini.