Føroyingarnir standa seg væl í vektlyfting

Mannligu føroyingarnir komu heim við tveimum silvur- og einum bronsuheiðursmerki eftir teir luttóku til DM í olympiskari vektlyfting í Odense í dag.

Mynd: Styrkisamband Føroya
Marjun Manuela Behrens
13. mai 2022 kl. 22:40

Í hesum døgum er DM í olympiskari vektlyfting í Odense. Fýra føroyingar taka lut í kappingini. Í dag hava Leif á Bøgarði, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen kappast.

Luttakararnir gera tvey ymisk lyft í part og síðani verður tað roknað saman. Tann, sum lyftir mest samanlagt, vinnur.

Leif á Bøgarði luttók í vektbólkinum undir 81 kilo og bleiv nummar trý í sínum bólki. Hann lyfti samanlagt 236 kilo, tá bæði lyftini eru tald saman. Hann setti somuleiðis føroyskt met, í bólkinum 35-39 ár og seniorbólkinum.

Pól Hendrikur Andreasen luttók í vektbólkinum undir 73 kilo og bleiv nummar tvey í sínum bólki. Hann lyfti samanlagt 207 kilo. Hann endurvann sostatt ikki danmarksmeistaraheiti frá í fjør. Hann hevur tó havt smáskaðar í longri tíð, sum hava forðað honum at venja til fulnar. 

Niels Áki Mørk luttók í vektbólkinum undir 67 kilo og vann silvur í sínum bólki. Hann lyfti samanlagt 206 kilo. Hann setti somuleiðis føroyskt met í Junior, U23 og seniorbólkunum. Í stuttari viðmerking við Dimmalætting sigur Niels Áki, at hann ikki er heilt nøgdur við samanlagda avrikið í dag, men sera nøgdu við sítt fyrra lyft, har hann setti persónligt met.

Í morgin skal Maibrit Reynheim Petersen kappast. Sofus Bech og Anna Kristina Niclasen plaga vanliga at luttaka til slíkar kappingar, men bæði eru skødd í løtuni.