Føroysk børn viga alt ov nógv

Umleið 30 prosent av øllum børnunum í 1. og 9. flokki viga ov nógv, sigur kanning hjá Gigni. Vit liggja næstovast á listanum yvir yvirvekt í øllum Evropa

Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 10:39

Føroysk børn liggja næstovast á listan yvir yvirvekt í øllum Evropa.

Tað verður staðfest í nýggjastu tølunum hjá Gigna fyri skúlaárið 2021/22, har heilsufrøðingar vigaðu øll skúlabørn í 1. og 9. flokki í Føroyum.

Umleið 30 prosent av skúlabørnum í 1. Flokki vigaðu ov nógv, meðan 15 prosent høvdu ógvusliga yvirvekt.

Hjá næmingum í 9. Flokki vigaðu umleið 27 prosent ov nógv, meðan seks prosent av dreingjunum og 14 prosent av gentunum høvdu ógvusliga yvirvekt.

Gigni skrivar, at børn, ið hava eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, hava lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging og so framvegis, men tíverri er einki nøktandi tilboð at vísa hesum børnum og foreldrum teirra til, heldur Gigni.

– Tað er sera trupult at sleppa av við yvirvekt, tá hon fyrst er komin. Kroppurin roynir at verja og varðveita sín feittmassa. Tískil er tað sjálvandi sera týdningarmikið við góðari fyribyrging og við einum nøktandi viðgerðartilboði, tá tørvur er á hesum, skrivar Gigni.

Gigni heldur, at tíðin nú er komin til, at almennu Føroyar taka henda trupulleika í álvara.

– Vit liggja næstovast á listanum yvir yvirvekt í øllum Europa, og vit kunnu ikki longur bara hyggja at. Vit í Gigni ynskja at vera við til at menna eitt tilboð til børn og foreldur teirra fyri at hjálpa teimum at fáa normala vekt.

Vit gerast alsamt feitari í Føroyum
Fólkaheilsuráðið gjørdi eina stóra fólkaheilsukanning í 2019. Har sær man yvirskipað, at BMI’ið er hækkað hjá føroyingum frá 2015 til 2019.

Í 2019 vóru tað 69 prosent av vaksnum monnum og 56 prosent av vaksnum kvinnum, ið hava eitt BMI á 25 ella hægri, ímeðan talið í 2015 var ávikavist 66 prosent hjá monnum og 51 prosent hjá kvinnum. Í hesi kanningini hava fólk sjálvi givið upplýsingar um hædd og vekt, so Gigni metir, at veruliga støðan er enn verri.

BMI’ið hjá vaksnum fólkum skal helst liggja ímillum 18,5 og 24,9. Hjá børnum er BMI kurvan øðrvísi. Tá verður tosað um persentil, har 5-85 persentil er normal vekt, ≥85 persentil er yvirvekt og 99+ persentil er ógvuslig yvirvekt.

“Gigni - Heilsufrøði til børn & ung” er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil, sum gongur á odda í tilgongdini at menna fólkaheilsu til børn og ung.