Føroysk vektlyfting fær sjálvstøðugan norðurlendskan limaskap

Merkið fer at veittra og prýða bringuna á føroyskum vektlyftarum við norðurlendsku meistarastevnuna fyrst í komandi ári. - Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun

Tíðindaskriv
28. november 2021 kl. 22:22

Tað vóru stór og gleðilig tíðindi fyri føroyska vektlyfting, tá ið norðurlendska vektlyftarasambandið, Nordiska Tyngdlyftningsförbundet, hevði aðalfund fyrr í hesum mánaðinum.

Føroya Styrkisamband hevði til aðalfundin sent inn umsókn um sjálvstøðugan limaskap, og norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn um slíkan limaskap. Formliga samtyktin verður á eykaaðalfundi tíðliga komandi ár.

Formaðurin, Heini Hátun er sera fegin um jaligu móttøkuna av føroysku umsóknini:

- Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska styrkiítrótt - í hesum førinum vektlyfting - tí síðani stovnanina av sambandinum fyri tveimum árum síðani hevur altjóða limaskapur verið eitt av aðalmálunum. Og nú fara so føroyskir íðkarar at kappast undir Merkinum uttanlands.

Føroysk vektlyfting hevur tætt og gott samstarv við danska vektlyftarasambandið, og serliga er venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Frank Petersen blivin ein sannur føroyavinur og hevur slóðað fyri umsóknini, umframt at hann eisini venur teir bestu føroysku vektlyftararnar.

- Frank sær saman við okkum stórar møguleikar fyri at menna føroyska vektlyfting, tí okkara siðvenja við styrkiítróttum er so sterk og náttúrlig. Skjótu framstigini benda eisini greitt á, at vit sannlíkt fara at gera okkum galdandi í bæði norðurlendskum og altjóða høpi, leggur Heini aftrat.

Olympisk vektlyfting er sum skipað ítróttargrein ung her á landi. Fyrsta FM-kappingin varð hildin í fjørvár við góðum úrslitum, og í ár vunnu fleiri føroyingar heiðursmerki, enntá okkurt úr gulli, á donsku meistarastevnuni.

Seinast í sjeyti- og tíðliga í áttatiárunum bleiv vektlyfting tó nógv íðkað í felagnum Bragdið. Talan var ikki um skipaðar kappingar, men t.d var ein uppvísningskapping var ímóti íslendingum í 1985. Føroysku lyftini til ta kappingina vóru 100/130 kilo og 110/135 kilo (trekk/stoyt).

Áðrenn umsóknin um limaskap varð samtykt, hevði Styrkisambandið sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni í 2024. Ferð verður nú av álvara sett á fyrireikingarnar at fáa hesa stóru kappingina hendan vegin.

Føroya Styrkisamband er menningarsamband undir ÍSF og fevnir um vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og crossfit. Venjing fer fram í ymsu venjingarmiðstøðunum, men Styrkisambandið heldur eisini ætlanirnar um at byggja stórhøll vera rættiliga spennandi.