Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa

Ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
30. januar 2023 kl. 09:48

Føroyingar fara tíðliga út á arbeiðsmarknaðin, og møguleikarnir at sleppa á føroyska arbeiðsmarknaðin eru avgjørt til staðar, nú arbeiðsloysið í Føroyum er so lágt.

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni um føroysku arbeiðsfjøldina siga okkum, at longu frá 15 til 20 ára aldur, eru umleið 80 prosent av hesum at finna á arbeiðsmarknaðinum. Í Íslandi er hetta talið 70 prosent, samanborið við umleið 45 prosent í Danmark og 20 prosent í ES.

Hesin munurin – millum føroyingar og fólk í ES – sæst aftur millum tey eldru. Tá tað snýr seg um tey frá 65 til 69 ára gomlu, so eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70 prosent, meðan í ES er talið umleið 18 prosent.

Hjá teimum 70 til 74 ára gomlu er hann á stívliga 30 í Føroyum, sum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum ES-londum, sum liggur niðan fyri 10 prosent.

Roknað fyri allar aldursbólkar frá 15 til 74 ár, er vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum 87 prosent samanborið við 70 prosent í ES. Hjá kvinnum er vinnutíttleikin í Føroyum 82 prosent samanborið við 58 prosent í ES.

Samanbering við 35 lond í Europa
Eurostat, sum er hagtalsstovnurin hjá ES, hevur sambærilig tøl fyri ES-londini og onnur lond við ávísum tilknýti til ES. Føroysku tølini eru gjørd eftir sama leisti og eru tí sambærlig. Her er stórur munur millum Føroyar og tey 35 londini í Eurostat.

Nógv størsti vinnutíttleikin er í Føroyum, bæði hjá kvinnum og monnum. Hetta er ikki ein nýggj støða, men nakað, sum er broytt seinastu árini, er at munurin millum Føroyar hini londini vorðin størri. Áður hava Føroyar og Ísland togast um størsta vinnutíttleikan, men nú er munurin millum hesi bæði londini vorðin størri. Hjá føroyskum monnum er vinnutíttleikin 87 prosent og hjá íslendskum 82 prosent. Hjá kvinnunum er hann ávíkavist 82 prosent og 75 prosent.

Eisini er sermerkt fyri vinnutíttleikin í Føroyum samanborið við onnur lond, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.

Myndirnar sýna samlaða vinnutíttleikan fyri alla arbeiðsfjøldina 15 til 74 ár, í Føroyum og 35 øðrum londum í Evropa.

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn ein tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri tvær vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

Kelda: Hagstovan