Føroyska Wordle hevur fingið eina flúgvandi byrjan

Føroyska útgávan av vælumtókta orðaspælinum Wordle, ð.fo, har tú skal gita eitt orð við fimm bókstavum, hevur fingið eina sera góða byrjan. Tað er felagið Tøkni, ið stendur aftanfyri føroysku útgávuni av væl umtókta orðaspælinum

Sigurjón Einarsson
4. februar 2022 kl. 12:56

Føroyska útgávan av vælumtókta orðaspælinum, Wordle, hevur fingið eina flúgvandi byrjan, síðan spælið varð almannakunngjørt týsdagin 25. januar.

Longu fýra dagar seinni vóru tað fleiri enn 5.000 fólk, sum dagliga royndu at finna dagsins rætta orðið, og nú – tvær vikur eftir, at spælið bleiv almannakunngjørt – er áhugin fyri orðaspælinum verið enn størri.

– Nú liggur talið um 6.500 brúkarar um dagin, og tað talið er rættiliga støðugt hesa vikuna, sigur stjórin í Tøkni, Ólavur Ellefsen, fyri dimma.fo.

Tað er felagið Tøkni, ið heldur til í Hugskotinum á Vestara Bryggju í Havn, sum hevur gjørt føroysku útgávuna av orðaspælinum, sum veruliga hevur havt vind í seglini í USA, har spælið júst er keypt upp av miðlarisanum, New York Times.

Tað var Josh Wardle, software mennari úr Brooklyn, sum gjørdi upprunaliga Wordle-spælið til maka sín.

Tankin handan Wordle er rættiliga einfaldur: Tú fært seks møguleikar at gita eitt orð upp á fimm stavir. Gitar tú ein rættan stav í orðunum, sum kortini stendur á skeivum plássi, verður stavurin gulur. Gitir tú ein rættan stav á røttum plássi, so verður stavurin grønur.

Hevur tú ikki fleiri møguleikar, ella hevur tú gitt rætta orðið, mást tú síðan bíða til eitt nýtt orð kemur dagin eftir.

Tankin handan føroysku útgávuna eiga teir báðir í Tøkni, Ólavur Ellefsen og mennarin, Óðin Andor Ellefsen, sum hildu, at tað hevði verið gott við eini føroyskari útgávu av væl umtókta orðaspælinum.

Hóast upprunaliga útgávan av orðaspælinum nú er seld fyri fleiri milliónir, so er tað ikki peningurin, ið dregur verkið í føroysku útgávuni av spælinum.

– Tað er Tøkni, sum ger arbeiðið sjálvboðið, tí tað gevur góða meining at hava hetta orðaspælið í samband við ein læringspall, sum vit eru í ferð við at menna. Ætlanin er ikki at selja ð.fo, men hinvegin at brúka royndirnar at menna ein pall til spæl-grundaða læring, sigur stjórin í Tøkni.

Hendan nýggja dillan, sum føroyingar nú eisini hava tikið til sín, kann saktans vera eitt spæl, sum vit framhaldandi fara at njóta gott av eina tíð fram – tað er í hvussu so er nokk av orðum niðurfyri, sambært Ólavi Ellefsen.

– Her eru 12.951 orð á listanum við føroyskum orðum við fimm stavum hjá Orðabókagrunninum, so tað eru so ríkiligt, sigur stjórin í Tøkni við dimma.fo.

Føroyska Wordle finnur tú á ð.fo

Hevur tú gitt dagsins orð?

Um Tøkni
Tøkni hevur veitt føroyskar talgildar loysnir til altjóða og føroyska marknaðin síðan 2000. Við at trýsta her ber til at lesa um arbeiðsøkini hjá Tøkni.