25 prosent av føroyska útflutninginum hongur í leysari luft

Føroyar hava ongantíð útflutt so nógv sum í 2021, men kríggið millum Russland og Ukraina skapar stóra óvissu rundanum føroyska útflutningin framyvir

Dettifoss á veg úr Havnini. (Mynd: Faroephoto)
Kristian Waag Dam
4. mai 2022 kl. 15:59

Ongantíð áður hava Føroyar útflutt so nógva vøru sum í 2021. Føroyar útfluttu fyri 10 milliardir krónur samanlagt. Áleið ein fjórðingur av hesum, var frá sølu av laksi og uppisjóvarfiskið til Russland. Men kríggið millum Russland og Ukraina skapar stóra óvissu rundanum útflutningin av vøru úr Føroyum til Russland.

Síðan ES boykottaði Føroyar í 2014, er samhandilin millum Føroyar og Russland vaksin munandi. So mikið nógv, at Føroyar 25 prosent av føroyska útflutninginum fer til Russlands. Føroyar fáa í høvuðsheitum eina toskakvotu í Barentshavinum afturfyri, at Russland fær makrel- og svartkjaftakvotu í føroysku sjógvi. Júst hvussu útflutningurin hjá Føroyum er broyttur við tíðini sæst her niðanfyri. Frá 2013 til 2015 sæst ein stórur vøkstur í útflutninginum til Russland, orsakað av, at ES boykottaði Føroyar í 2014.

Sambært eini nýggjari grein hjá Landsbanka Føroya, so eru fleiri møguligir nýggir marknaðir, ið kunnu bøta um núverandi støðuna hjá útflutninginum í Føroyum. Eitt nú er alivinnan bjartskygd, tí eftirspurningurin eftir hesi vøru er væl størri enn útboðið. Tískil verður tað ikki ein trupulleiki at finna nýggjar keyparar. Makrelur kann somuleiðis seljast um allan heim, men her er kappingin harðari, og tí kann væntast ein lægri prísur fyri makrel, í øllum førum fyribils.

Hóast tað ber til at finna nýggjar marknaðir hjá bæði alivinnuni og makrelvinnuni, so verður tað torførari hjá sildamarknaðinum. Sild verður ikki eftirspurd um allan heim, tó er eftirspurningur eftir sild til agn í Kanada í løtuni. Í ringasta føri kann sildin eisini seljast til framleiðslu av fóðri.

Um so er, at útflutningurin av fiski til Russlands ikki ber til, vegna kríggið millum Russland og Ukrania, so væntar at vinnan finna aðrar marknaðir fyri henda fisk. Tó kann væntast eitt prísfall á uppisjóvarfiskinum, ið merkir, at virðið av hesum partinum av útflutninginum kann lækka nakað.