Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sleppa ikki framat

- Fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava spurt seg fyri hjá Powercare um møguleikan at átaka sær hesi størv, men Powercare avvísir uttan at himprast sjúkrarøktarfrøðingar, sum kundu hugsað sær at søkt summarfrítíðarstørvini gjøgnum Powercare, tí teir eru búsitandi í Føroyum, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Kristian Waag Dam
17. juni 2022 kl. 14:19

Summarið stendur fyri durum og tað merkir, at avloysarar skulu fáast til vega fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar. Sambært Felaganum fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur tað verið í fleiri ár verið avbjóðandi at finna nokk av summarfrítíðaravloysum og í so máta er árið í ár einki undantak.

Danska vikarstovan Powercare lýsir í løtuni eftir sjúkrarøktarfrøðingum til avloysarastørv á Landssjúkrahúsinum. Í lýsingini verður bjóðað góð løn, eins og syrgt verður fyri ferðing og bústaði í Føroyum. Lýsingin sæst millum annað á Instagram vanganum hjá Powercare, har stendur millum annað soleiðis:

- Powercare syrgir fyri ferð og bústað + haraftrat somu lokkandi løn sum í Norra. Í skrivið á heimasíðuni hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar undrast felagið yvir, at møguligir umsøkjarar ikki mugu hava bústað í Føroyum.

- Fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava spurt seg fyri hjá Powercare um møguleikan at átaka sær hesi størv, men Powercare avvísir uttan at himprast sjúkrarøktarfrøðingar, sum kundu hugsað sær at søkt summarfrítíðarstørvini gjøgnum Powercare, tí teir eru búsitandi í Føroyum. Her er ikki bara talan um sjúkrarøktarfrøðingar sum frammanundan er í starvi á Landssjúkrahúsinum, men man má als ikki vera búsitandi í Føroyum. Felagið er kunnað um, at hesi krøv koma frá føroyska Sjúkrahúsverkinum, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.

Dimmalætting hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Sjúkrahúsverkinum, men tað hevur ikki eydnast enn.