Føroyskt er nú á Microsoft Translator

- Vit eru á allar, allar fyrsta stigið. Tað mugu vit bara góðtaka. Hetta er einans 20 prosent. Men bara tað at koma inn í skipanina hevur nógv at siga, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, nú føroyskt hevur fingið innivist á Microsoft Translator. Byrjanarstigið hjá hinum málunum, sum eru inni á Microsoft Translator var eisini á 20 prosent. Sostatt er hetta ikki óvanligt

(Mynd: Jens Kristian Vang).
Kristian Waag Dam
1. juni 2022 kl. 15:54

Føroyskt er nú tøkt í týðingarskipanini Microsoft Translator. Hetta merkir, at tað nú talgilt ber til at týða onnur mál til føroyskt, bæði í skrift og talu. Og øvut, sjálvandi.

Tó er týðingarskipanin ikki lýtaleys enn, av tí at hon enn er á byrjanarstigi. Hetta sæst millum annað, um tú biður Microsoft Translator týða føroyska setningin “Eg elski Føroyar” til enskt, so týðir hon setningin til “I love Fox News”. Hóast slíkar skemtiligar villur, so megnar týðingarskipanin at týða fleiri føroyskar setningar væl og virðiliga. Núverandi appin gevur eisini eina ábending um, hvussu ein fullkomin útgáva av appini møguliga fer at virka.

Ætlanin at fáa føroyska málið í eina týðingarskipan byrjaði fyri tveimum árum síðan, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, bað stjóran á Sprotanum, Jonhard Mikkelsen, gera eina roynd at fáa føroyska málið upp í týðingarskipanina Google Translate.

Nøkur ár frammanundan royndi Visti Faroe Islands at gera eina týðingarskipan, men hetta eydnaðist ikki. Fyrsta stigið í ætlanini við Jonhard Mikkelsen á odda, var at týða 200.000 setningar úr enskum til føroyskt og øvut, sum var minsta krav fyri at kunna koma upp í Google Translate.

 

Mongum brestur ætlan
Í dag, tvey ár seinni, er føroyska málið komið inn í týðingarskipanina Microsoft Translator, heldur enn Google Translate. Sambært stjóranum á Sprotanum, so hevur tað verið trupult at bæði fingið og hildið samband við Google. Í vetur varð samskift bæði við Google og Microsoft, men síðan hvarv sambandið við Google. Sostatt var einans samband við Microsoft.

Í vár boðaði Microsoft frá, at tey vóru sinnað at taka føroyskt við í sína týðingarskipan. Microsoft tók síðani teir áðurnevndu 200.000 setingarnar, sum upprunaliga vóru ætlaðir Google Translate, inn. Úrslitið av hesum er, at føroyska málið nú er í týðingarskipanin hjá Microsoft Translator, tó er hetta einans tað fyrsta stigið, sambært Jonhard Mikkelsen.

- Vit eru á allar, allar fyrsta stigið. Tað mugu vit bara góðtaka. Hetta er einans 20 prosent. Men bara tað at koma inn í skipanina hevur nógv at siga, sigur stjórin í Sprotanum tá Dimmalætting ringir.

Byrjanarstigi hjá hinum málunum, sum eru inni á Microsoft Translate var eisini á 20 prosent. Sostatt er hetta ikki ein óvanlig byrjanarstøða. Við núverandi skipan ber ikki til at tosa føroyskt við Microsoft Translator-appina, men ætlanin er, at møguleiki skal vera fyri hesum í framtíðini.

 

Øðrvísi enn vit væntaðu
Brúkar tú Microsoft Translator, so sæst skjótt, at týðingarskipanin er langt frá lýtaleys, men hetta er sambært stjóranum á Sprotanum ein partur av mannagongdini. Ein mannagongd, sum er øðrvísi enn tey flestu halda.

- Tað virkar ikki soleiðis, at ein bólkur av fólki kann sita og rætta feilirnar, sum tey síggja. Skipanin skal fóðrast og finna útav loysnum sjálv, sigur stjórin á Sprotanum, sum samskipar arbeiðið við at fóðra skipanina. Skipanin skal fóðrast við eini risa mongd av føroyskum tilfari, soleiðis, at hon sjálv lærir føroyskt.

Ætlanin er nú at senda 300 til 500 føroyskar bøkur, ið ikki eru týddar, til Microsoft. Haraftrat vera 10.000 málsliga rættir setningar sendir Microsoft í næsta umfari. Jonhard Mikkelsen vónar, at næsta tilfarið, sum verður sent Microsoft, fer at taka virknaðin frá 20 prosent uppá 40 prosent.

 

Vansin
Hóast ein slík skipan ber nógvar møguleikar við sær, so hevur týðingarskipanin eisini fingið nakrar atfinningar við á vegnum.

Í løtuni eru føroyingar væl vardir móti svikagerðum á netinum, av tí at fá í heiminum skilja málið. Nú føroyskt gerst partur av eini týðingarskipan, kann ein slík skipan vera við til at økja talið av svikagerðum á netinum mótvegis føroyingum. Men henda vansan heldur Jonhard Mikkelsen, at vit mugu fyrihalda okkum til.

- Tað er nakað, ið vit mugu læra at liva við. Um mann kann gera tað aðrastaðni, so kunnu vit eisini gera tað her, sigur hann, og leggur afturat  at hetta ikki er øðrvísi fyri okkum enn tað er fyri nakað annað land í heiminum.

 

Føroyar mugu vera við
- Vit mugu vera við, so vit kunnu hava øll tey somu amboðini, sum tey stóru londini. Hetta fer at geva okkum nógvar ymiskar møguleikar, millum annað í integrasjónsarbeiðinum, sigur Jonhard Mikkelsen við Dimmalætting. Hann vísir eisini á, at um Føroyar skulu vera við í einari tílíkari skipan, krevur tað nógva tíð og orku.

Tað fer at krevja júst tíð og orku, tí enn dugir Microsoft Translator ikki føroyskt til fulnar. Í løtuni er føroyska málið á byrjanarstigi í Microsoft Translator-týðingarskipanini, men við áhaldandi arbeiði kann týðingarskipanin gerast eitt amboð við fleiri møguleikum, sambært stjóranum á Sprotanum.

Týðingarskipanin Microsoft Translatot er tøk sum app á bæði Android og iPhone. Haraftrat ber eisini til at brúka Microsoft Translator á telduni.