Føroysku flogbóltsharrarnir vunnu silvur

Hóast føroyingarnir vónaðu at berjast um gullheiðursermerki, so eydnaðist tað teimum at vinna silvurheiðursmerki

Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 10:55

Í gjárkvøldið vann føroyska landsliðið hjá monum silvurheiðursmerki í finaluumfarinum í CEV-SCA kappingini, eftir at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á Íslandi. CEV-SCA kappingin er evropeiska smálandakappingin í flogbólti. Í roynd og veru høvdu Føroyar longu vunnið silvurheiðursmerkini áðrenn dystin ímóti Íslandi í gjár, tá tað gjørdist greitt, at Skotland ikki megnaði at taka stig frá San Marino í dystinum, sum var beint áðrenn. Føroyar høvdu annars vónað, at dysturin ímóti Íslandi fór at verða ein dystur um gullið, men um tað skuldi henda, so skuldu Føroyar hava eina hjálpandi hond frá Skotlandi.

Føroyingarnar hugdu spentir at, tá Skotland legði seg á odda 19-16 ímóti San Marino í fyrsta setti, men San Marino javnaði til 21-21 og vann 25-21.  Tó birtist vónin aftur, tá Skotland legði seg framum 16-15 í øðrum setti, men gleðin var stokkut, og brátt hevði San Marino vunnið 25-19. Í triðja setti var ongin ivi  – eftir lítlari løtu var 10-3, sum gjørdist 25-15 til San Marino, ið harvið vann kappingina um evropeiska smálandameistaraheitið.

Endaliga støðan í kappingini gjørdist tískil henda:
Nr. 1 San Marino 8 stig
Nr. 2 Føroyar 7 stig
Nr. 3 Skotland 3 stig
Nr. 4 ísland 0 stig 

Hóast føroyingarnir ikki fingu gullheiðursmerki, so var føroyska avrikið gott. Thorvald Danielsen varð kosin besti hevari og Bjarni Joensen varð kosin besti lokali leikari.

Eftir kappingina vórðu bestu leikararnir í kappingini valdir: 

Besti hevari: Thorvald Danielsen, Føroyar (nr. 6)

Best diagonalur: Matteo Zonzini, San Marino (nr. 18)

Besti miðblokkur: Edward Oldbury, Skotland

Besti kantur: Lorenzo Benvenuti, San Marino (nr. 10)

Besti libero: Kristinn Freyr Ómarsson, Ísland (nr. 10)

Besti lokali leikari: Bjarni Joensen, Føroyar (nr. 5)

Virðismesti leikari: Lorenzo Benvenuti, San Marino (nr. 10)