Føroysku kvinnurnar í donskum flogbólti undir fjórðingsfinalurnar

Hanna Iansdóttir Biskupstø og Nicola Toftegaard úr Ikast KFUM og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Brøndby VK eru nú lidnar við grundspælið í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti

Ragnar Sjúrðarson
6. mars 2023 kl. 10:10

Næst á skránni eru fjórðingsfinalurnar.


Hanna og Nicola, sum dagliga leika við Ikast KFUM, endaðu um nr. seks í grundspælinum og skulu leika fjórðingsfinalur ímóti Gentofte Volley, sum endaði nr. 3 í deildini. Hanna og Nicola skulu 11. mars til Gentofte og 15. mars hava tær heimadyst.


Súsanna og Brøndby VK endaðu sum nr. 5 í grundspælinum og teirra fjórðingsfinalur verður ímóti Team Køge. Team Køge endaði nr. 4 í deildlini. Hesir dystirnir verða hin 11. mars í Køge og 16. mars hevur Súsanna heimavøll.