Fyrsti EM dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum er av, og Sveis hevur vunnið fyrsta EM sigurin í kvinnuhondbólti nakrantíð.
Føroyar vóru á veg ímóti øgiligum skipbroti, tá ið Sveis tíðliga í seinna hálvleiki var frammanfyri 19-9, men tað endaði við, at Sveis vann 28-25.
Í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin var tað stórur fjáltur á. Álopsspælið riggaði als ikki, og í fyrra hálvleiki skoraði føroyska liðið bara sjey mál.
At tað ikki var størri munur í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin komst av, at føroyska málverjarnir spældu so væl. Bjargingarprosentið hjá bæði Anniku og so Rakul var næstan 40 prosent.
Og so var tað, at føroyska liðið skifti ham. Tað sást einki til persónlig mistøk. Tær vóru avgjørdar í verjupartinum, og heilt stóri munurin var í álopsspælinum. Jana Mittún og Súna K. Hansen, sum tað varð roknað við fóru at vera lykilin í álopsspælinum vístu, hvat býr í teimum, álopsspælið gekk skjótari, og tað bar við sær, at tað eydnaðist við at spæla í borðini og til Pernillu Brandenborg á strikuni, sum var toppskjútti, og so høvdu bakkspælararnir sjálvsálit at bróta ígjøgnum og skora.
Tá so Rakul Wardum í málinum var framúr, minkaði munurin støðugt. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, var munurin eitt mál. Sveisiski venjarin bað um leikbráð í roynd at steðga bløðingini, og tað eydnaðist. Eisini tí onkrir av dómunum í avgerandi løtuni koppaðu føroyska liðnum ímóti.
Hetta var eitt keðiligt tap, tí tað var so stórur munur á føroyska avrikinum í fyrra og seinna hálvleiki. Men avrikið í seinna hálvleiki eigur at geva mót um, at tað fer at eydnast betur sunnudagin.