Føroysku rossini flutt úr Mykinesi

Ein lítil flokkur av føroyskum rossum hevur gingið í haganum í Mykinesi í fleiri ár, men av tí at hagin í Mykenesi skal hegnast, var framtíðin óviss hjá teimum fimm føroysku rossunum í Mykinesi. Tvey teirra eru seld, meðan óvist hevur verið við hinum trimum. Men nú er greitt, at øll rossini hava fingið bjóðað nýggj heim og fýra tey fyrstu rossini eru nú flutt av oynni

Ryssan, Fenja, og ryssafylið, Gullveig, hava livað úti í Mykinesi, men eru nú flutt av oynni (Mynd: Cecile Zahorka/The Pixel Nomad)
Sigurjón Einarsson
13. juni 2022 kl. 11:54

Tað eru 92 føroysk ross í Føroyum. Seinast í apríl mánað skrivaðu vit í Dimmalætting um støðuna hjá føroysku rossunum úti í Mykinesi, ið var vorðin ótryggari, nú hagin í Mykinesi skal hegnast.

Í Mykinesi hava verið trý ross, greðingarnir Jallur og Mergur, ryssan Fenja, umframt ryssufylini undan Fenju. Men nú, tá hagin í Mykinesi skal hegnast, broytast umstøðurnar fyri rossahaldinum so mikið nógv, at rossini mugu flytast av oynni – ella í ringasta føri avlívast.

- Tá hagin verður hegnaður, ber tað illa til hjá rossunum at finna sær skjól og føði, og harumframt gera rossini stóran skaða á hegnið. Tí mugu tey flytast av oynni, segði Jóna Adeleide Ólavsdóttir, sum er forkvinna í felagnum fyri føroysku rossini, við Dimmalætting afturi í apríl mánaða.

Men nú greitt, at øll tey fimm føroysku rossini, sum hava verið úti í Mykinesi, hava fingið nýggj heim.

Í góðveðursdøgunum herfyri vórðu fýra ross flogin við tyrlu inn til Gásadals.

– Í Mykinesi vórðu rossini doyvd, og síðan leidd inn í stóra stál flutningskassan hjá tyrluni, har tey stóu bundin tvey og tvey til hvønn túrin. Fyrstu rossini av oynni vórðu bæði ryssufylini undan Fenju og Jalli, og síðan vórðu Fenja og Jallur flogin inn. Tey hava øll fýra fingið nýggj og góð heim, sigur Jóna.

Tyrlan lend við rossunum, og kassin verður loystur frá tyrluni, áðrenn rossini verða leidd úr kassanum (Mynd: Bina Ólavsdóttir)

Eitt ross er eftir í Mykinesi, og tað er trý-ára gamli greðingurin, Mergur.

– Hóast tað ber til at kela Mergi, so eydnaðist tað ikki at fáa grímu á hann, og tískil mátti hann standa eftir. Mergur er flottur hestur, og eisini hann hevur fingið bjóða nýtt heim. Arbeitt verður í løtuni við at fáa grímu á hann, so hann kann verða fluttur av oynni og til sítt nýggja heim, tá umstøðurnar loyva tí, greiðir Jóna frá.

Mykines er, sum mongum kunnugt, til tíðir torfør at koma til vegna harðan streym og havviðurskiftini kring oynna. Í gomlum døgum kundi oyggin liggja avbyrgd í fleiri mánaðir, og eiheldur í góðum veðrið var tað løtt uppgáva at flyta stór kríatúr til og av oynni.

Men tað vóru eisini akkurát hesi serligu viðurskiftini, sum gjørdu, at tá mann í 60-unum fór at leita eftir seinastu serføroysku rossunum, at mann spurdi seg fyri úti í Mykinesi.

Gunnvá Jónsdóttir, úr Bø, skrivar:

"Tá eg var barn áttu vit eina ryssu, sum æt Mykinesryssan. Babba, Jón Joensen, fortaldi, at Jógvan í Ápramstovu (í Mykinesi) átti ryssuna, og hann spurdi Jógvan um ryssuna. Jógvan var beinasamur, og játtaði, at hann kundi fáa ryssuna. Hann tók av, hóast møguleikar, at fáa fyl, undan 27-ára gamlari ryssu, ikki vóru teir bjartastu. Men hetta mátti roynast. Súlan sigldi í rutu til Mykinesar. Ryssan varð leidd inn á dekkið á Súluni, og í fagrasta veðri sigld inn til Sørvágs, har hon við kranabili hjá "Djóvinum", varð lyft upp á keiina. Ryssan var reyð við ljósum faksi. Hon varð nevnd Mykinesryssan og fekk trý fyl. Tá Mykinesryssan var í Mykinesi, æt hon Liselotta. Endamálið var at varðveita hitt føroyska rossið, og tað lukkaðist”.

Mykinesryssan verður leidd umborð á Súluna í 1966

Mykinesryssan er ein av hornasteinunum undir føroyska rossastovninum, tí hon var ein av teimum fýra upprunarossunum, sum mann í 70-unum valdi at halda seg til, tá man fór undir málrætta arbeiðið at varðveita føroyska rossið.

– Nú føroysk ross aftur eru flutt úr Mykinesi, við tí fyri hyggju at varðveita serføroyska rossastovnin, verður spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer. Men enn er stovnurin ikki tryggjaður frá vandanum at doyggja út, skrivar felagið Føroysk Ross á heimsíðu sínari.

Kelda: Felagið Føroysk Ross