Føroyskur fjeppari í Luksemborg: - Føroyar fara at vinna

Ljóðsamrøða: Í dýrdarveðrinum í Parc de Ville í Luksemborg fekk Dimmalætting orðið á Tórða Hentze, ið saman við nøkrum vinmonnum hevur ferðast til Luksemborg. Sambært honum, so er tað stemningurin og samanhaldið, ið dregur hann til útidystirnar hjá føroyska A-landsliðnum. Tórði Hentze hevði góðar vónir undan dystinum í kvøld

Føroysku viðhaldsfólkini í Luksemborg í dag. Tórður Hentze er fremstur í myndini (Mynd: Kristian Waag Dam)
Kristian Waag Dam, Luksemborg
14. juni 2022 kl. 16:50

Tá Luksemborg og Turkaland leiktu seinastu leygardag í høvuðsstaðnum í Luksemborg, so vóru fleiri turkar á stadion enn Luksemborgarar. Hetta var heilt óvæntað og óhoyrt. Hóast tað neyvan vera fleiri føroyingar á stadion í kvøld enn Luksemborgarar, so eru tað nakrir føroyingar, ið hava ferðast til Luksemborg til dystin ímillum Luksemborg og Føroyar í kvøld. 

Í almennu viðarlundini í høvuðsstaðnum, Parc de Ville, møtti undirritaði Tórða Hentze, sum er partur av einum føroyskum ferðalagið, ið ætlar sær til dysin í kvøld. Talan er um seks vinmenn, ið javnan ferðast fyri at stuðla føroyska landsliðnum á útivølli.

Sambært Tórða Hentze, so er tað stemningurin og samanhaldið, ið dregur hann til útidystirnar hjá føroyska A-landsliðnum. Hann væntar, at Føroyar fara at vinna.

– Vit fara at vinna 2-0. Akkurát sum seinast, tá eg var her í Luksemborg í 2001, sigur Tórður.

Hoyr hugnaliga prátið úr Parc de Ville í Luksemborg við Tórða Hentze her: