Forsetaval í Fraklandi: Tøgn í Fraklandi

Sjálvt um forsetavaldysturin er í hæddini í løtuni og endaliga valið er í morgin, so er tað logn undan ódn, sum merkir Frankaríki í løtuni.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
23. apríl 2022 kl. 13:39

Í morgin verður forsetaval í næstfólkaríkasta landinum í ES, Frankaríki. Fransmenn skulu tá út at velja ímillum núverandi forsetan, Emmanuel Macron, og mótvalevni hansara, Marine Le Pen. Sigast skal um forsetavalevnini, at tey eru ógvuliga jøvn í meiningarkanningunum undan valinum, tó stendur núverandi forsetin, Emmanuel Macron, eitt vet betur við 56 prosent av atkvøðunum, eftir sjónvarpskjak millum Macron og Le Pen.

Valskipanin í Fraklandi er soleiðis skipað, at tað eru tvey valumfør. Til tað fyrra kunnu allir flokkar stilla upp. Teir flokkarnir, ið fáa mest og næstmest atkvøður sleppa síðan víðari til seinna og endaliga valumfari. Til fyrra valumfari var tann 10. apríl, tá stillaðu 12 flokkar upp. Flokkurin hjá Macron fekk 28 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá Marine Le Pen fekk 23 prosent. 51 prosent av franska fólkinum atkvøddu á onnur valevni enn Macron og Le Pen til fyrra valumfari. Sostatt skal helvtin av franska fólkinum nú taka støðu til eitt valevni, ið tey ikki atkvøddu fyri seinast.

Fríggjakvøldið í Dagur og viku greinaði Rólant í Skorini, serfrøðingur í fronskum viðurskiftum, franska valstríðið. Hann lýsti Emmanuel Macron og flokk hansara, La République en marche, sum ein Javnaðar-Fólkaflokk. Mótvalevni hjá Macron, Rassemblement National við Le Pen á odda, lýsti Rólant í Skorini sum ein Javnaðar-Tjóðveldisflokk. Tað er sjálvsagt, at forsetavalevnini hava hvør sína hugsan, um hvør kósin hjá Fraklandi skal vera. Mótsigandi hugsanir teirra koma millum annað til sjóndar, tá talan er um ES og Nato. Macron ynskir at styrkja samstarvið við ES og framhaldandi vera limur í NATO. Hinvegin ynskir at Le Pen at minka um samstarvið við ES og trekkja seg úr NATO.

Sambært fronsku lóggávuni, so hava forsetavalevnini ikki lov at leiða valstríð frá midnáttini til leygardag. Hetta er galdandi heilt fram til sunnukvøldið klokkan 20, tá teir síðstu veljararnir hava atkvøtt. Sostatt kunnu hvørki Macron ella Le Pen leiða valstríð í løtuni. Haraftrat sleppa franskir fjølmiðlar ikki at endurgeva forsetavalevnini, ei heldur teirra viðhaldsfólk í hesum tíðarskeiðið. Orsøkin til hesar reglur í samband við forsetavalið er, at veljararnir ikki skulu ávirkast í síðstu løtu.