Ongi úrslit

Forvitnislig kórkonsert í Varpinum

19 kór úr øllum landinum framføra fyri áhoyrarunum, og eini dómsnevnd, sum skal meta kórini

Fríðmundur Nattestad
10. apríl 2024 kl. 15:00

Í samband við kórstevnuna 2024 í Klaksvík, verður ein forkunnug konsert í Varpinum leygardagin 13. apríl klokkan 16.30.

Stóra felagskórið leggur fyri við at framføra nøkur verk, undir leiðslu av kenda bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree.

Síðani fara ikki minni enn 19 kór úr øllum landinum at framføra, fyri hvørjum øðrum, fyri áhoyrarunum, og ikki minst fyri eini dómsnevnd, sum skal meta kórini.

Kórini, sum luttaka í Kórstevnuni, verða mett eftir hesum eyðkennum:

A: Intónatión: Stig verða givin fyri intónatión pr. sang

B: Ljóðgóðska hjá kórinum: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av hvussu kórið ljóðar.

C: Tulking: Stig verða givin fyri hvussu kórið tulkar tey einstøku kórverkini.

D: Heildarmeting: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av framførsluni tað er t.d. úttrykk, koreografi, útstráling osfr.

Kórini sum eru teknaði til kórstevnuna eru hesi:

Suð, Vágakórið, Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Manskór, Glymur, Ljómur, Eystanljóð, Fuglafjarðar Sangkór, Stranda Sangkór, Klaksvíkar Manskór, Xperiment, Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Brak, Tarira, Silvitni, Morgunkórið, Kórið í Christianskirkjuni.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Tað eru Kórsamband Føroya og Varpið, ið skipa fyri konsertini.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

19 tímar síðan

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

4 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01