Fótbóltskappingin verður skipað av nýggjum

Uppskotið um nýggjan kappingarleist verður leygardagin lagt fram á tíðindafundi

Jóannes Hansen
23. november 2023 kl. 10:49

Landskappingin í fótbólti, sum er skipað við 27 umførum, er søga.

FSF bjóðar til tíðindafund nú leygardagin. Á skránni er framløga av uppskoti um nýggjan kappingarleist. Tað er kappingarnevndin, sum fer at leggja uppskotið fram.

Í FSF hevur verið arbeitt við nýggjum kappingarleisti. Heldur enn at feløgini hittast tríggjar ferðir í landskapping, sum fevnir um 27 umfør, so verður kappingin skipað við innleiðandi kapping og so endaspæli. Ovastu liðini fara at kappast um FM, og tey niðaru fara at kappast um at sleppa undan at flyta niður.

Hetta er skrivað við grundarlag í tí, sum FSF formaðurin Christian Andreasen segði í útvarpssendingini Heilfluktarin í Rás2 fyrr í vikuni.

Um tað verður skipað, sum í fleiri øðrum londum, so verður gularótin í niðara endaspælinum, at vinnarin fer at fáa møguleika at spæla finalu um pláss í europeiskari kapping.

Leisturin við 27 umførum hevur verið síðani 2005.