Fótbóltur: Kvinnulandsliðið í eldin í dag

Kvinnulandsliðið spælir í dag sín seinasta útidyst í hesari undankappingini. Dysturin er ímóti Ungarn, ið byrjar klokkan 16.30

(Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
8. apríl 2022 kl. 11:42

Seinnapartin í dag fer kvinnulandsliðið á vøllin til seinasta útidystin í hesari HM undankappingini, tá Ungarn tekur ímóti á Szusza Ferenc Stadion í Budapest.

Tá liðini hittust á Tórsvølli í oktober, fingu Føroyar eina dreymabyrjan, tá Lea Lisberg skoraði til 1-0 eftir hornaspark úr vinstru. Ungarsku gestirnir fótaðu sær tó aftur í nógva regninum hetta kvøldið, og dysturin endaði 7-1 til gestirnar.

(Ásla Johannesen til seinastu venjingina áðrenn dystin móti Ungarn. Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

Fyrireikingarnar eru nú lidnar til dystin í Budapest, og liðskiparin, Ásla Johannesen, gleðir seg mest av øllum til at sleppa aftur á vøllin fyri Føroyar.

– Vit hava tað gott í hópinum og allar eru spentar at sleppa í eldin. Vit hava fyrireikað okkum væl og kenna okkum nú klárar til avbjóðingina, sigur hon við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Ásannandi, at ungarska mótstøðuliðið hevur dygdir á øllum plássum, leggur Ásla dent á, at føroyska avrikið hevur hægstu raðfesting.

– Vit brúka alla okkara orku uppá at arbeiða við tí, sum vit royna at byggja upp. Vit hava flutt okkum rætta vegin seinastu tíðina, og vit arbeiða hart fyri at kunna møta okkara mótstøðuliði longri uppi á vøllinum, bæði fyri at gera teirra álopsspæl trupult, men eisini fyri at kunna leypa á hin vegin, sigur Ásla Johannesen.

Eftir dystin í dag hevur kvinnulandsliðið tveir dystir eftir at spæla í hesari undankappingini. Teir dystirnir eru báðir á heimavølli í september, tá Føroyar - eftir ætlan - fyrst taka ímóti Ukraina tann 2. september og síðan taka føroysku kvinnurnar móti Skotlandi 6. september.

Dysturin millum Ungarn og Føroyar byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Á heimasíðuni hjá FSF eru myndir frá seinastu venjingini á leikvøllinum í Budapest í gjár, sum Bjarni Enghamar hevur tikið. Til ber at síggja tær her.