

Frakland hevur skotið upp at senda hermenn til Grønlands. Tað segði franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, týsdagin við útvarpsrásina Sud Radio, skrivar Politico.
Sambært Jean-Noël Barrot “ynskti Danmark tó ikki at fara víðari við hugskotinum”.
- Um Danmark biður um hjálp, so er Frakland til reiðar, sigur hann í samrøðuni og leggur dent á, at "evropeisku mørkini eru suveren".
Á ES-fundi við evropeisku uttanríkisráðharrarnar mánadagin í Brússel vóru Grønland og USA eisini eitt evni, sum varð umrøtt, sigur franski uttanríkisráðharrin.
Her høvdu hinir evropeisku uttanríkisráðharrarnir sambært Barrot víst "sera stóran stuðul" til Danmark og vóru til reiðar at "umhugsa at senda hermenn, um neyðugt".
Ráðharrin leggur tó dent á, at hann heldur ikki, at USA veruliga fer at herja á Grønland.
- Tað fer ikki at henda. Fólk gera ikki innrás á ES-øki, sigur hann við útvarpið, sambært Politico.