Frakland vann á Svøríki

HM hondbóltur menn: Franski sigurin ber við sær, at Danmark longu hevur tryggjað sær pláss í OL kappingini í Fraklandi á sumri í 2024

Jóannes Hansen
27. januar 2023 kl. 22:07

Fyrr í kvøld tryggjaði Danmark sær pláss í HM finaluni, tá ið Danmark vann 26 – 23 í hálvfinaluni ímóti Spania. Henda hálvfinalan var í Gdansk í Póllandi. Danska liðið ferðaðist í gjár úr Stokholm og til Gdansk, og nú eru bæði danska og spanska liðið á veg úr Gdansk og til Stokholm, har Spania og Danmark sunnudagin vera partar av ávikavíst bronsudystinum og gulldystinum.

Nú er tað greitt, at bronsudysturin verður millum Spania og Svøríki, og at Danmark í finaluni fer at spæla ímóti Fraklandi.

Fyri  sviar var tað í kvøld vónbrot, at tað ikki eydnaðist at fáa bilbukt við fronsku OL vinnarunum, sum vóru meiri sannførandi enn heimaliðið og vunnu 31 – 26. Eftir fyrra hálvleik var Frakland frammanfyri 16 – 12. Svøríki gav ongantíð skarvin yvir, og tað varð heilt spennandi, tá ið munurin minkaði til 24 – 22 og 25 – 23, men so økti Frakland til 28 – 23, og úrslitið varð 31 – 26.

Franski sigurin ber við sær, at tað longu nú er greitt, at Danmark hevur vunnið sær rætt at spæla í OL kappingini í París á sumri í 2024. Verttjóðin er sjálvskrivað í kappingini, og HM vinnarin er sjálvskrivaður. Um Danmark sunnudagin fer at vinna HM fyri triðju ferð á rað, so ber tað við sær, at Danmark verður við í OL kappingini. Um Frakland fer at vinna HM sunnukvøldið, so ber tað við sær, at Danmark fær plássið hjá heimsmeistaranum, tí Frakland sum verttjóð eigur pláss.

Í OL finaluni í 2016 var Frakland mótstøðulið, tá ið Danmark fyri fyrstu ferð nakrantíð vann OL gull fyri menn. Tá var úrslitið 28 – 26. Í OL finaluni í 2021 var Danmark mótstøðuliðið, tá ið Frakland vann gull. Úrslitið var 25 – 23.

 

Frakland – Svøríki 31 – 26 (16 – 12)

Svøríki : Eric Johansson 5, Daniel Pettersson 4, Jonathan Carlsbogard 4, Felix Claar 3, Hampus Wanne 2, Niclas Ekberg 2, Oscar Bergendahl 2, Albin Lagergren 2, Lukas Sandell 1, Max Darj 1