Framløga: Føroyskur bendingargrunnur

Spennandi frumframløga av nýggjum føroyskum bendingargrunni

Spennandi frumframløga av nýggjum føroyskum bendingargrunni verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøtu 22, í morgin, týsdagin 28. november, klokkan 16
Tíðindaskriv
28. november 2022 kl. 16:09

Týsdagin 29. november klokkan 16 verður bendingargrunnur við føroyskum orðum latin upp og lagdur fram í Loftsstovuni. Arbeiðið er úrslit av føroyskari-íslendskari verkætlan, sum hevur havt til endamáls at seta føroyskt orðatilfar í ein teldutøkan bendingargrunn, sum frammanundan er gjørdur fyri íslendskt.

Verkætlanin er stuðlað av Nordplus og er samstarv millum Árnastofnun á Háskóla Íslands og Føroyamálsdeildina.

Á framløguni verður sagt frá arbeiðinum og víst verður, hvussu øll opið kunnu brúka bendingargrunnin í sínum gerandisdegi og í menning av máltøkni.

Øll eru vælkomin!