Frank Jensen fer frá

Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn hevur júst havt tíðindafund, har hann takkaði fyri seg. Hann fer frá sum yvirborgarstjóri og samstundis eisini frá sum næstformaður í danska Sosialdemokratiska flokkinum

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2020 kl. 11:13

Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, er farin frá. Hann er samstundis eisini farin frá sum næstformaður í danska Sosialdemokratiska flokkinum. Hetta hevur hann júst kunngjørt á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Í gjár segði Frank Jensen, at hann skuldi verða partur av loysnini – at koma sexuellum ágangi til lívs. Nú sigur hann seg hava sovið uppá tað, og at hann nú trekkir seg sum bæði yvirborgarstjóri í Keypmannahavn og eisini næstformanni í Sosialdemokratiska flokkinum.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at hann er undir ákæru fyri at hava framt sexuellan ágang. 

Frank Jensen fer nú úr donskum politikki.

- Tað verður torført fyri meg at gera mítt politiska arbeiði til fulnar við øllum hesum trýstinum frá miðlunum, ið nú er, sigur Frank Jensen.

Hann leggur dent á, at hann stuðlar MeToo-rørsluni, men ávarar ímóti einari fólkajagstran, har ein dømir fólk uppá forhond.