Gunnar Mohr: Frítíðaravloysarin, sum gjørdist stjóri

Gunnar Mohr heldur í vikuni sín 40 ára starvsdag hjá Poul Michelsen Heilsølu, har hann byrjaði sum avloysari í 1979. Fyrstu uppgávurnar í fyritøkuni vóru á goymsluni, men síðan hevur Gunnar upp á besta “american dream-manér” arbeitt seg upp ígjøgnum fyritøkuna í stjórasessin

Mynd: Leit/Finnur Justinussen
Steinar Patursson
5. mai 2022 kl. 15:47

- Eg hevði ikki ambitiónirnar um stjórastarvið, tá eg byrjaði her og rann runt á goymsluni.

Soleiðis sigur Gunnar Mohr, sum hesa vikuna hátíðarheldur 40 ára starvsdag sín hjá Poul Michelsen Heilsølu, har hann síðan desember 2006 eisini hevur verið stjóri.

Í grundini hevur Gunnar Mohr verið í fyritøkuni í 42 ár, men, sum vit øll hava vant okkum við seinastu tvey árini, so eru øll hátíðarhald útsett vegna koronu, og soleiðis var eisini við hátíðarhaldinum hjá Gunnari Mohr.

Gunnar byrjaði hjá Poul Michelsen Heilsølu sum frítíðaravloysari í 1979, og tað var eftir øllum at døma eitt gott “match”. 

- Eg segði beinanvegin, at tá eg var liðugur í skúlanum, so skuldi eg arbeiða á goymslu. Eg elskaði tað!, sigur Gunnar Mohr, sum eisini søkti fast starv hjá Poul Michelsen, tá hann varð liðugur við 3. real í 1980. Og starvið fekk hann beinanvegin.

Les meira um tey 40 árini hjá Gunnari hjá PM Heilsølu í Dimmalætting hesa vikuna, ið fæst í sølubúðum kring landið í kvøld, og sum eisini kann lesast á netinum her.