FSF fær forkunnuga vitjan í septembur

Í dag hevur Fótbóltssamband Føroya boðað frá, at ein forkunnugur gestur verður við til komandi impulsskeiði, sum tey skipa fyri

(Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
22. juli 2022 kl. 15:12

Í dag hevur Fótbóltssamband Føroya boðað frá, at ein forkunnugur gestur verður til komandi impulsskeiði, sum FSF skipar fyri.

Talan er fyrrverandi svenska A-landsliðsvenjaranum, Erik Hamrén, ið hevur meira enn 30 ára royndir á hægsta stigi. Hann var venjari hjá svenska A-landsliðnum frá 2009 fram til 2016.

Impulsskeiðið skal eftir ætlan verða tann 9. septembur frá klokkan 9 til klokkan 16. Tað er í hesum sambandið at sviin kemur at læra frá sær. Skeiðið verður í FSF-húsinum, og høvuðsevnini vera “Leiðsla” og “Taktisk venjing”. Skeiðið telur sjey impulstímar til dagføring av UEFA A- og B-prógvum.

Erik Hamrén var venjari hjá svenska manslandsliðnum í sjey ár, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari. Harafturat hevur Erik Hamrén eisini havt evstu ábyrgd av íslendska landsliðnum frá 2018 til 2020.

Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB. Sostatt er talan um ein sera royndan venjara.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 29. august.