FSF: Sølan gongur væl

Meginpartin av teimum 1.156 landsliðspakkunum, ið vórðu settir til sølu fyri lítlari viku síðan, eru seldir. Enn ber til at keypa atgongumerki á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum

Sigurjón Einarsson
20. juli 2021 kl. 10:20

Tað gongur væl at selja teir sonevndu landsliðspakkarnar, sum Fótbóltssambandið hevur sett til sølu á nethandlinum hjá FSF. Fótbóltssambandið boðar frá, at meginparturin av teimum 1.156 landsliðspakkunum, ið vórðu settir til sølu fyri lítlari viku síðan, eru seldir.

Í september mánað koma Ísrael, Danmark og Moldova á vitjan, og í oktober eru heimadystirnir móti Eysturríki og Skotlandi á skránni.

Atgongumerkini, ið higartil eru sett til sølu, verða seld sum “Landsliðspakkar”, har keypt verður til allar heimadystirnar í einum.

Um so verður, at koronastøðan broytist, og tilmælini verða, at fleiri áskoðarar sleppa á Tórsvøll, verða fleiri atgongumerki sett til sølu, tá landsdystirnir nærkast.

Tað skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Kostnaður

Bólkur 103-106: 1.000 kr.

Bólkur 107-108: 750 kr.

Bólkur 109, 112 og 113: 500 kr.

Bólkarnir 110 og 111 eru ætlaðir til limir í fjepparafelagnum Skansin, og er tað fjepparafelagið sjálvt, ið stendur fyri søluni av atgongumerkjum í hesum bólkunum.

Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, ið merkir, at annaðhvørt rað er læst, umframt at tvey tóm setur eru millum hvørja bílegging.

Sølan av Landsliðspakkum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssmaband Føroya umvegis teldupost, fsf@fsf.fo.

Dystaskráin fyri 2021 sær soleiðis út:

1. sept. Føroyar – Ísrael

4. sept. Føroyar – Danmark

7. sept. Føroyar – Moldova

9. okt. Føroyar – Eysturríki

12. okt. Føroyar – Skotland

12. nov. Danmark – Føroyar

15. nov. Ísrael – Føroyar

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45 føroyska tíð.

Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael í november, verður kunnað um seinni, skrivar FSF á heimasíðu sínari.