FSF ynskir at menna kappingarleistin

- Eg ivist tí onga løtu í, at hesir fundir kunnu vera við til at menna eina nýggja kappingarfilosofi, sum verður til gangs fyri føroyskan barna- og ungdómsfótbólt, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya

Kristian Waag Dam
15. juli 2022 kl. 14:30

Í næstum verður farið undir at varpa ljós á eina nýggja kappingarfilosofi fyri yngru deildirnar, sigur Fótbóltssamband Føroya í nýggjum tíðindaskrivi. Hetta verður gjørt við kunnandi fundum við  fótbóltsfeløgunum kring landið.

– Fótbólturin er alla tíðina í menning, eisini tá talan er um fyriskipan av kappingunum hjá yngru deildunum. Eg ivist tí onga løtu í, at hesir fundir kunnu vera við til at menna eina nýggja kappingarfilosofi, sum verður til gangs fyri føroyskan barna- og ungdómsfótbólt, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Sambært FSF, er endamálið við hesum fundunum at fáa innlit í, hvussu ábyrgdarpersónar og onnur í feløgunum kring landið uppliva kappingarnar, sum FSF varðar av, umframt at fáa hugskot og viðmerkingar sum kunnu brúkast í arbeiðinum at menna ein nýggjan kappingarleist.

FSF fer at skipa fundirnar soleiðis, at hvør fundur verður avmarkaður til ávísar aldursbólkar, við tí ynski, at feløgini eru so væl umboðaði sum tilber við ábyrgdarpersónum, venjarum og hjálparvenjarum hjá aldursbólkinum, og møguliga foreldur, ið hava tankar um evnið.

Fundirnir verða skipaðir soleiðis

17. august kl. 17:30 (U7 og U9 gentur og dreingir)

22. august kl. 17:30 (U11 og U13 gentur)

23. august kl. 17:30 (U11 og U13 dreingir)

5. sept. kl. 17:30 (U15 og U17 dreingir)

Allir fundirnir verða í FSF-húsinum í Havn.

Kelda: fsf.fo - Hans Erik Danielsen