Full kvinna legði seg at sova í forhøllini

Ein full kvinna legði seg í gjár at sova í forhøllini í einum gistingarhúsi í Havn. Kvinnan vildi ikki avstað, hóast starvsfólkið bað hana fara

Steinar Patursson
15. september 2022 kl. 17:00

Løgreglan mátti út á eitt gistingarhús í Havn í gjár, har ein kvinna, sum var ávirkað av rúsdrekka, hevði lagt seg í forhøllina at sova. Hóast starvsfólkið á gistingarhúsinum bað kvinnuna um at fara út, vildi hon ikki avstað, og endin gjørdist, at kvinnan varð tikin á løgreglustøðina at sova.

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um spirituskoyring uttan fyri Øravík. Tá løgreglan fann bilføraran, gav alkoholtestin positivt úrslit, og bilførarin verður tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.