Fundur um lutaíbúðir í Finsen í kvøld

Í kvøld, mikudagin 18. januar, verður fundur um lutaíbúðir í Auluni í Finsen. Fundurin fer at snúgva seg um at fyrireika bygging av lutaíbúðum í Havn

Tíðindaskriv
18. januar 2023 kl. 10:37

- Íbúðartrotið kring miðstaðarøkið er stórt, og tað er ein stór forðing á so mangan hátt. Torført er at fáa hendur á leiguíbúðum fyri eina rímiliga upphædd, og dýrt er at ogna sær eigaraíbúð ella hús, siga fyriskipararnir.

- Øll eiga vit rættin til eitt sømiligt heim. Og tað er málið við hesum áhugabólkinum, sum hevur fingið yvir 1.200 limir í stívliga tveir mánaðir. Endamálið við fundinum er at lýsa tey viðurskifti, ið hava við lutaíbúðir at gera yvirhøvur. Ein skipan ið hevur virkað væl í londunum kring okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Auluna í Finsen mikudagin 18. januar klokkan 19.