Fýra bilførarar komu í hóslag við løgregluna

Ein fekk bót, tveir fingu klipp og ein missur koyrikortið

Áki Bertholdsen
1. februar 2025 kl. 08:59

Aftur í gjáramorgunin var løgreglan við ein skúla um tað tíðina, børnini verða koyrd í skúla. Har fingu tveir bilførarar 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, tí teir høvdu børn í bilinum uttan at syrgja fyri at tey høvdu kravdu trygdarútgerðina.

Fyrrapartin í gjár tók løgreglan eisini ein bil fyri at koyra 100 í Vágatunlinum og tað fær hann bót fyri.

Í nátt varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur var farin út av á Froðbiarvegnum og lá á síðuni.

Løgreglan fór á staðið og tá ið tey høvdu funnið út av hvør átti bilin, fóru tey heim til føraran. Tá var hann ávirkaður av rúsdrekka og tí er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Hann er feldur av seks tíma regluni. Hon sigur, at er ein bilførari við í ferðsluóhappi, men fer av staðnum áðrenn løgreglan hevur havt samband við hann, kann hann drekka í seks tímar aftan á.

Ger hann tað, løgreglan fær fatur á honum áðrenn seks tímar eru farnir, verður tað tikið sum um hann eisini var ávirkaður tá ið hann koyrdi, og so verður hann skuldsettur fyri ta.