Fýra lond í Suðuramerika bjóða seg fram sum vertir fyri HM í 2030

Uruguai, Kili, Argentina og Paraguai hava í hyggju at gerast vertir fyri HM-endaspælinum í 2030

Sigurjón Einarsson
2. august 2022 kl. 11:41

Fyrsta HM-endaspælið varð hildið í Uruguai í 1930, sum Uruguai eisini vann, tá vertirnir vunnu 4-2 móti Argentina í finaluni tann 13. juli í 1930.

Men nú kundi Uruguai hugsað sær at verið vertur aftur fyri heimsins størstu fótbóltskapping. Saman við Argentina, Kili og Paraguai, so ætla hesi londini at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum í 2030.

Tað skrivar tíðindastovan AFP, sambært Ritzau.

AFP skrivar, at hesi Suðuramerikansku londini fara at søkja um vertskapin í dag, har ætlanin er, at finalan skal spælast á sama leikvølli – eins og í 1930 – Estadio Centenario í Uruguai.

Estadio Centenario-leikvøllurin í Uruguai, har fyrsta HM-finalan varð leikt í 1930.

Sebastian Bauza, ið er ítróttarmálaráðharri fyri fótbóltssambandið í Uruguai, sigur við AFP, at landið ynskir at vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2030 til heiðurs fyri endaspælinum, sum verður 100 ár í 2030.

– HM-endaspælið skal aftur til røturnar. 100 ára føðingardagurin eigur at verða hildin her í Uruguai, har alt byrjaði, sigur hann við AFP.

HM-endaspælið var seinast hildið í Russlandi og seinni í ár byrjar HM-endaspælið fyri 2022 í Katar. Endaspælið verður í døgunum frá 21. november til 18. desember.