Fyrilesturin hjá íslendska forsetanum útsettur til í morgin

Fyrst kom korona í vegin, so veðrið. Men í morgin, týsdagin 10. mai, klokkan 17 fer Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, at halda almennan fyrilestur í Kongshøll við heitinum “Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic"

Tiltak
9. mai 2022 kl. 14:02

Fyrilesturin hjá íslendska forsetanum, sum skuldi vera á Setrinum í síðstu viku, men bleiv útsettur, og síðan í dag 9. mai er fyri veður og tarnaða flogferðslu útsettur til í morgin, týsdagin 10. mai, klokkan 17.

Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.

Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Týsdagin fáa føroyingar høvi at hoyra forsetan á almennum fyrilestri í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at røða um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.

Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 17. Forsetin heldur fyrilesturin á enskum, og høvi verður at seta spurningar aftaná.

Eftir tiltakið er pláss fyri kaffi og práti.

Neyðugt er við tilmelding, og tað verður gjørt her.