Fyrireikingarnar hjá Jens Jákupi ganga væl

Jens Jákup Hansen skal ganga uppá hægsta fjallið í Amerika, Mount Aconcagua, fyri at varpa ljós á ADHD

(Mynd: Facebook vangin hjá Jens Jákupi Hansen)
Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 18:22

Jens Jákup Hansen hevur sett sær fyri, at hann um eitt ár, januar 2024, skal ganga uppá Aconcagua.

Fyrireikingarnar eru fult í gongd, og soleiðis skrivar hann á sínum Facebook vanga:

Fyrireikingarnar til ferðina uppá Aconcagua ganga væl. Eg gangi langar túrar í fjøllunum, sovi í tjaldi og venji í venjingarmiðstøð. Fyrsta stóra avbjóðingin verður skjótt. 9 februar fari eg til Tanzania at royna at ganga uppá Kilimanjaro, tað er neyðugt at royna hvussu kroppurin klárar hæddirnar.Túrin, og fyrireikingarnar brúki eg til at kunna um ADHD. Ferðin kostar pengar, og eg biði um stuðul, tað sum kemur inn, umframt til útreiðslur, fer til ADHD-felagið. ADHD-felagið stendur fyri kontuni: 9181-5785172