Ongi úrslit

Fyrru FM-finalurnar á kvf.fo

Fyrsta umfar av FM-finalum hjá kvinnum og monnum í flogbólti verða spældar í dag. Til ber at síggja finalurnar á kvf.fo.

Katrin Erlendsdóttir
1. apríl 2021 kl. 12:48

Fyrra kvinnufinalan um føroyameistaraheitið í flogbólti er millum SÍ og Drátt klokkan 15 í dag.  Klokkan 18 bresta menninir í ÍF og Mjølni saman at spæla sítt fyrra finaluumfar í FM-stríðnum.

Kringvarp Føroya vísir báðar dystirnar á heimasíðu síni kvf.fo, har tað ber til hjá flogbóltsáhugaðum og øðrum at stroyma dystirnar.

Seinnu finaludystirnir verða spældir leygardagin, og um so er, at bæði liðini hava vunnið hvør sín dyst, verða finalurnar hjá kvinnum og monnum avgjørdar við einum gullsetti.

Hesi fýra liðini, sum í dag fara á gólvið aftur, eru júst tey somu, sum komu í steypafinalurnar fyrr í ár. Tá vann SÍ hjá kvinnum, meðan ÍF dró longra stráðið hjá monnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14