Fyrsta føroyska skjótilandslið úttikið

Føroyar hava nú sjálvsstøðugan limaskap í altjóða skjótisambandinum, tí kunnu føroyingar nú luttaka á jøvnum føti til altjóða kappingar

Steinar Patursson
26. juli 2022 kl. 16:19

Skjótisamband Føroya hevur nú fyri fyrstu ferð úttikið eitt landslið at umboða Føroyar í einari altjóða skjótikapping.

Í sambandi við heimsmeistarakapping í leirdúgvuskjóting í Osijek í Kroatia 19. September til 12. Oktober í ár, hevur Skjótisamband Føroya úttikið seks skjótarar at umboða Føroyar í skeet og trap kappingunum.

Áður hevur tað verið so, at íðkarar, ið vilja luttaka á altjóða kapping, hava verið noyddir at umboða danskt felag og hava verið úttikin av danska skjótisambandinum.

Men Skjótisamband Føroya hevur fingið sjálvstøðugan limaskap í altjóða skjótisambandinum, ISSF, og tí kunnu íðkarar nú umboða Merkið, sum kappast á jøvnum føti við onnur lond.

Íðkararnir, ið fara til Kroatia, eru hesir:

Trap

Jón Jacobsen

Alex Johannesen

Johnhard Klettheyggj

Skeet

Marius F. Joensen

Tórur Fløtt

Jóannis Joensen

Aftrat hesum eru Esmar Joensen og Hans Erik Jensen við sum ferðaleiðarar fyri ávikavist trap og skeet.

Harumframt fer eitt landslið um eina viku avstað til Finnlands, har kappast skal í Norðurlandameistarakapping. Hetta liðið er nógv líkt tí, sum skal til Kroatia, men Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun eru við ístaðin fyri Marius F. Joensen og Jón Jacobsen.