Fyrsta sjónvarpslýsing til forsetavalið frá Kanye West

Kendi rapparin og forsetavalevnið, ið stillar upp uttanfloks, Kanye West, leggur serliga dent á religión og trúgv í síni fyrstu sjónvarpslýsing

Sigurjón Einarsson
14. oktober 2020 kl. 07:50

Meðan hann stendur frammanfyri einum svørt-hvítum amerikanskum flaggi og hyggur burtur frá myndatólinum, tosar stóra stjørnan, ið nú ætlar sær inn í politikk, um trúgv, familjuna og framburðin í amerika.

- Amerika. Hvat er lagnan hjá Amerika? Hvat er best fyri okkara tjóð? Hvat er rættvísi, veruligt rættvísi, spyr 43-ára gamli Kanye West í byrjanini í lýsingini, ið var at síggja mánakvøldið á Twitter.

Rapparin brúkti serliga tíð uppá at nevna trúgv, ið eisini hevur eyðkent hansara valstríð – ella kanska rættari sagt, manglandi valstríð.

Amerikanskir miðlar halda ikki, at tað er so óvæntandi, at fyrsta sjónvarpslýsingin hjá Kanye West hevur trúgv í miðdepilinum, eftirsum tónleikarin javnan hevur havt hetta evni frammi, síðani hann valdi at stilla upp til forsetavalið seinast í juli mánað.

Rapparin hevur eina valskrá, ið fevnir víða, har hann millum annað hevur í hyggju at broyta um løgregluna, minka húsarhalds- og lestrarlán og fáa morgunbøn aftur í skúlarnar.

Hansara varaforsetavalevnið –  57-ára gamla Michelle Tidball – er ein andaligur leiðari, ið eins og Kanye West, býr á einum neytagarði í Cody í Wyoming.